Fótbóltur

Italski forsætisráðharrin mælir til at flyta finaluna

Smittuvandin í Bretlandi er ov stórur orsaka av delta-frábrigdinum, heldur Mario Drathi.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-22 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finalan um evropameistaraskapin í fótbólti eigur at verða flutt úr London orsaka av smittandi delta-frábrigdinum, sum hesa seinastu tíðina hevur fingið korona at blóma uppaftur í Bretlandi.

Tað segði italski forsætisráðharrin, Mario Draghi, á einum tíðindafundi í gjár, sambært AP tíðindastovuni.

EM-finalan verður á Wembley í London 11. juli, men eisini báðar hálvfinalurnar skulu spælast á sama stað 6. og 7. juli.

Mario Draghi tosaði við fjølmiðlarnar eftir ein fund við týska kanslaran, Angela Merkel. Her varð hann spurdur um hann helt, at finalan átti at verið flutt úr London til Rom orsaka av smittandi frábrigdinum.

Ja, svaraði forsætisráðharrin.

- Eg taki undir við, at finalan ikki verður spæld í einum landi, har vandin fyri smittu er høgur, legði Mario Draghi afturat.

Angela Merkel harmaðist eisini um hækkandi smittutølini í Bretlandi, men var ikki eins beinleiðis í sínum svari.

- Italia spllir væl, men eg haldi við Týsklandi, segði kanslarin.

Síðan byrjanina av mai hevur indiska frábrigdi spjatt seg við ferð í Bretlandi, og sambært BBC er hetta frábridgið nú tað mest útbreidda.

Hildið verður at delta-frábrigdið er 60 prosent meira smittandi enn bretska frábrigdi, sum herjaði fyrr í ár.

Og hóast Bretland hevur verið skjótt úti fyri at koppseta borgararnar, so er smittutalið í landinum hækkandi.

Um fótbóltssamgongan Uefa velur at flyta finaluna úr London er enn ov tíðliga at siga nakað um, men italskir miðlar eru longu farnir at meta um, hvagar hon skal flytast.

Budapest verður nevndur sum ein møguleiki, men sambært formanninum fyri italska fótbóltssambandið, Gabriele Gravina, eru ongar ætlanir um at flyta finaluna.

Hin vegin verður arbeitt við at skipa áskoðararnar soleiðis, at teir ikki smitta hvønn annan, skrivar tv2.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder