Klokkan 20 í kvøld verða tey bestu í føroyskum ítrótti farna árið fagnað. Tað verður á Ítróttafagnaðinum, sum verður við Løkin.
Heiðurslønirnar, sum verða latnar eru ítróttafelagsskapurin, ítróttasólstrálan, ítróttavenjarin, ítróttaeldsálin, ítróttarnavn og heiðursskjal Poul E. Petersen.
Ítróttafagnaðurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum frá klokkan 20.
Tey tilnevndu eru
Ítróttafelagsskapurin 2024
Dartsamband Føroya
Ternan
Hósvíkar Róðrafelag
Ítróttavenjarin
Jóhan Petur Poulsen, Víkingur
Mark Lausen Marcher, H71/HSF
Rógvi NIelsen, Ternan
Ítróttastjørnuskotið
Maria Pálsdóttir Nólsoy, hondbóltur
Líggjas Joensen, svimjing
Mia Højgaard, amboðsfimleikur
Ítróttanavn
A-landsliðið hjá kvinnum, hondbóltur
Sára Maria Johansen, kappróður
Sverri Nielsen, kappróður
Ítróttaeldsálin
Súsanna Maria Hansen, B36
Hildigarð Eliasen, ÍF
Marlon Kjærbo, Susvim
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald