Annað

Ítróttating í Finsen í kvøld

Við trimum framløgum og kjaki vil Ítróttasamband Føroya viðgerða luttøku og fráfall millum kvinnuligar íðkarar. Tiltakið byrjar klokkan 19.

Undir yvirskriftini “Genturnar, kvinnurnar og tær bestu” verður kvinnuítrótt sett á breddan. Eyðvør Klakstein er sjálv ein av fremstu føroysku kvinnuligu fótbóltsspælarum. Landsliðsmiðvallarin hevur granskað í evninum fráfall og vantandi fyrimyndir, og hevur hon fyrstu framløguna í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Undir yvirskriftini “Genturnar, kvinnurnar og tær bestu” verður kvinnuítrótt sett á breddan. Eyðvør Klakstein er sjálv ein av fremstu føroysku kvinnuligu fótbóltsspælarum. Landsliðsmiðvallarin hevur granskað í evninum fráfall og vantandi fyrimyndir, og hevur hon fyrstu framløguna í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-23 11:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hví gevast fleiri gentur enn dreingir við at íðka í tannárunum, og hví vilja fleiri kvinnuligir íðkarar úrvalsleiðina frá?

Hetta er ein av spurningunum, sum verður reistur á Ítróttatinginum 2024. Almenna tiltakið er á skránni í kvøld, hósdagin 23. mai.

[object Object]

Mynd: Ítróttasamband Føroya

Undir yvirskriftini “Genturnar, kvinnurnar og tær bestu” verður kvinnuítrótt sett á breddan. Við trimum framløgum og kjaki vil Ítróttasamband Føroya viðgerða luttøku og fráfall millum kvinnuligar íðkarar.

Fyrst er tað Eyðvør Klakstein, sum leggur fram. 28-ára gamla klaksvíkskvinnan er ein av fremstu kvinnuligu fótbóltsspælarunum í Føroyum og hevur hon granska í evninum, sum hon viðgerð: Fráfall millum úrvalsíðkarar og manglandi kvinnuligar fyrimyndir.

Christina Roslyng er fyrrverandi toppspælari við fleiri altjóða gullheiðursmerkjum. Nú er hon liðleiðari á danska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Har hevur Christina Roslyng millum annað ábyrgd av at skapa eitt sálarligt trygt umhvørvi millum leikararnar.

[object Object]
Mynd: ÍSF

Til seinast er tað Mark-Lausen Marcher, ítróttarstjóri í Hondbóltssambandi Føroya, ið sleppur framat. Hann fer at tosa um tilgongdina hjá HSF til gentur og kvinnur í føroyskum hondbólti - síðani er kjak á skránni.

Skráin í Finsen:
Kl. 19:00 : Vælkomin
Kl. 19:15 : Eyðvør Klakstein
Kl. 20:00 : Christina Roslyng
Kl. 20:30 : Mark Lausen-Marcher
Kl. 21:00 : Kjak

Tiltakið verður í auluni í Finsen millum klokkan 19 og 21.30.

Tilmerlding á atgongumerki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder