Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIÐ og ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.
Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Ársins ÍtróttaÁTAK verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.
Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið Uttan øll tey sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka.
Heiðurslønin ÍtróttaFYRIMYNDIN verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við sínum jaligum hugburði, bæði til venjing og kapping.
Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2022 verður leygarkvøldið 4. februar 2023 í Norðurlandahúsinum, og KVF sendir beinleiðis frá tiltakinum klokkan 20:00.
Freistin at senda tilnevningar er sunnukvøldið 1. januar á midnátt. Meira kunning um heiðurslønirnar og leinkjur til innstillingar sæst her
Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald