Annað

It's coming home?

Í kvøld spæla Ongland og Kolumbia seinastu áttandapartsfinaluna, og í Onglandi er stórur spenningur umkring Three Lions.

Gareth Southgate er maðurin, sum skal føra Ongland til æru og heiður í Russlandi
(Mynd: EPA)

Gareth Southgate er maðurin, sum skal føra Ongland til æru og heiður í Russlandi (Mynd: EPA)

2018-07-03 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 1966 hava onglendingar bíða. Til so at siga øll endaspølini hava vónirnar verið sera høgur umkring enska landsliðið. Í 90-árinum kom Ongland tættast uppá at ”fáa fótbóltin heim” Til HM í Italia í 1990 og í EM-endaspælinum á heimavølli  í 1996, tapti Ongland í brotssparkskapping í hálvfinaluni.

Gareth Southgate er oddamaður fyri einum ungum og spennandi hópi. Royndirnar í endaspølum eru ikki nógvar, men ágrýtni, ferð og tekniskir førleikar eru nakað av tí, sum mynda tann orkuríka leikháttin hjá enska landsliðinum. Fyrrverandi verjuleikarin á enska landsliðnum hevur eina ró yvir sær, og hevur eisini skapt hetta kring liðið. Tað eru langtfrá eins nógv spurnartekin sett við hann sum við fyrrverandi enskar landsliðsvenjarar.

Tveir sigrar og átta mál í tveimum teimum fyrstu dystunum; hetta skuldi til fyri at Ongland spældi seg víðari. Belgia vann 1-0 í bólkafinaluni, har bæði liðini stillaðu við næstan heilt nýggjum liðum. Ongland er nú í tí ”lættari helvtini” av kappingini. Í eventuelli fjórðingsfinaluni verður mótstøðuliðið Sveis ella Svøríki, meðan so Kroatia ella Russland bíða í hálvfinaluni. Hetta hevur fingið uppaftur meira spenning í enska fólkið.

Kolumbia kom sera illa í gongd í Russlandi. Eitt reytt kort og brotsspark ímóti í 3.minutti ímóti Japan, førdi við sær eitt 2-1 tap. Men síðani hevur suðuramerikanska liðið reist seg. Sigrar á Póllandi og Senegal tryggjaðu Kolumbia fyrsta plássið í bólkinum, og eina áttandapartsfinalu ímóti Moskva í kvøld.

Hjá Kolumbia er størsti spurningurin, hvørt toppskjúttin í Brasilia í 2014, James Rodriguez, verður mentur at byrja í kvøld. Hann byrjaði á bonkinum vegna skaða ímóti Japan, byrjaði inni og var framúr imóti Póllandi, og noyddist at skiftast út eftir hálvan tíma ímóti Senegal. Hann verður í hvussu er tøkur at spæla, men spurningurin er, um tað veðrur frá byrjan. Hetta verður helst ikki greitt fyrrenn stutt undan dystarbyrjan.

Koloumbia hevur eyðsæð eitt gott og spennandi lið, ið kann volda Onglandi høvuðbrýggj, og lagt er upp til ein spenanndi dyst í Moskva.

Meting: Ongland er í favorittleiklutinum, men hann er ikki størri enn so, at Kolumbia saktans kann sláa fótbóltsins móðurland út. Í Onglandi er fótbóltsfepur, men trýstið tykist ikki eins stórt og áður. Tippingin er, at Ongland dregur longra stráðið og vinnur tepurt; Harry Kane fær helst ein høvuðsleiklut.  

Fyrsta bríksl á leikvøllinum hjá Spartak Moskva verður klokkan 19.00. Dysturin kann síggjast hjá KVF og TV 2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder