Annað

Jack Wilshere gevst í Arsenal

Fyrrverandi landsliðsleikarin fekk ikki longt sáttmálan.

2018-06-20 14:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Enski miðvallarin hjá Arsenal, Jack Wilshere, heldur ikki fram í felagnum. Wilshere hevði annars boðað frá, at hann fegin fór niður í løn fyri at verða verandi, men hetta var ikki nokk. Hann má nú finna sær eitt nýtt felag.

- Eg kann vátta, at eg fari úr Arsenal, tá mín sáttmáli gongur út við endan av juni, skrivaði Jack Wilshere á sínum Instagramvanga.

Jack Wilshere hevur spælt við Arsenal síðani hann var ein smádrongur. Men eftir fund við nýggja venjaran, Unai Emery, føldi hann, at hann nokk ikki fór at sleppa at spæla so nógv sum hann ynskti.

Wilshere spældi 20 dystir farna kappingarár og skoraði eitt mál. Hann hevur spælt 34 landsdystir, har hann inntil víðari hevur skorað tvær ferðir. Wilshere varð ikki tikin út til HM í Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder