Annað

Jack Wilshere skal spæla fyri West Ham

Enski miðvallarleikarin skiftir frá Arsenal.

2018-07-10 14:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Enski miðvallarleikarin Jack Wilshere, sum alla sína yrkisleið hevur spælt í Arsenal, skiftir nú til West Ham. West Ham boðar frá, at felagið hevur gjørt trý ára sáttmála við Jack Wilshere. Leikarin skfitir ókeypis, nú sáttmáli hansara við Arsenal gekk út.

Wilshere hevur spælt við Arsenal seinastu 17 árini, men fekk ikki bjóða nýggjan sáttmála. Leikarin hevur havt nógvar trupulleikar við skaðum, men allíkavæl vóru felag áhugaði í honum. Umframt West Ham royndi eisini Fenerbache at fáa fatur á leikaranum.

Wilshere spældi 29 ferðir seinasta kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder