
Trý feløg hava vunnið greipuna í hesari øldini: B36 í 2001, HB í 2004 og EB/Streymur í 2008.
HB hevur vunnið greipuna ofta - millum annað í 1998 - men nú eru 16 ár seinast. Tá vann HB FM sannførandi, og í steypafinaluni endaði tað við 3-1 sigri á NSÍ.
Tað gjørdi tað eisini í hálvfinalunu seinasta sunnudag, og harvið er møguleikin nú har hjá HB at fáa enn eitt steyp í hús. Í landskappingini gjørdist liðið hjá Jens Berthel Askou vann føroyameistaraheiti við heili 69 stigum.
Hjá Vìkingi snýr tað seg um at fáa sítt fyrsta steyp í hús síðani 2017, tá Vìkingur gjørdist føroyameistari annað árið á rað. FM-heitini komu aftaná fýra steypagull á rað: Frá 2012 til og við 2015 stóð eingin Víkingi kurl í steypakappingini, men í 2016 og í 2019 tapti liðið úr Eysturkommunu í steypafinaluni. Í 2016 var møguleikin fyri greipuni har, men KÍ var omaná í finaluni eftir brotssparkskapping. Í fjør var HB omaná í finaluni, og harvið fekk Víkingur hvørki steyp ella evropeiskt pláss. Tað jagstrar liðið aftur leygardagin
HB og Víkingur spæla finaluna um Løgmanssteypið á Tórsvølli leygardagin 5. desember klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald