Annað

Jákup á Borg: Eg eri nakað so glaður

Av Gibraltar var tað ein sera vælnøgdur B36-venjari, ið vit fingu fatur á fyri lítari løtu síðani.

Jákup á Borg og B36 njóta nú sigurin, ið kom í hús eftir brotssparkskapping
(Mynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg og B36 njóta nú sigurin, ið kom í hús eftir brotssparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-05 22:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 stríddi seg í kvøld víðari í Evropa League eftir brotssparkskapping á Gibraltar. 1-1 í Gundadali fyri viku síðani og 1-1 eftir 90.min á iberisku hálvoynni í kvøld og so málleyst í longdu leiktíðini. Men í brotssparkskappingini vóru B36-leikararnir meira kaldur og dugnaligur.

Hetta er fyrstu ferð í 12 ár, at B36 er víðari í Evropa, og tað var ein sera fegin høvuðsvenjari, sum vit fingu fatur á  fyri lítlari løtu síðani:

- Eg havi verið íblandaður í vaksnamannafótbólt síðani 1996, og hetta er fyrstu ferð, at eg eri kom víðari í Evropa. So eg eri nakað so glaður; og serliga vegna felagið og føroyskan fótbólt. Tað gevur felagnum pengar og status, og tað at vit og KÍ vinna, er við til at gera at vit halda fýra lið í evropeisku kappingunum.

Um sjálvan dystin sigur Jákup á Borg, at B36 byrjaði væl, men at tað so gjørdist heldur rótut. Men hann er sera errin av sínum leikarum, ið vístu dirvi allan vegin:

- Tað var talan um ein rótutan dyst. Vit domineraði í byrjanini; teir fyrstu 20 minuttirnar. Tá spældu vit væl og skoraðu málið. Men so missa vit okkara ró eitt sindur. Tó standa vit sera væl. Hitin gjørdi mun, og menn vóru troyttir, men teir stríddust fyrimyndarliga væl. Kanska kann man siga, at vit eru eitt sindur heldigir, at vit vinna uppá brotsspørk. Men vit høvdu meira kvalitet og dirvi, tá tað kom til brotsspørk og eisini samlangt. Vit vóru meira avgjørdir.  

B36 skal nú spæla ímóti OFK Titograd úr Montenegro í næsta umfarinum. Hetta fara Jákup og hansara menn at fyrireika seg uppá. Men í kvøld njóta teir í B36 samanlagda sigurin:  

- Vit hava slett ikki fyrireika okkum uppá tann dystin. Eg havi havt fult fokus á hendan dystin, men nú fari eg at fáa upptøkur o.a. av mótstøðuliðnum. Men beint nú njóta vit tað her á Gibraltar. Eg njóti tað, at vit eru víðari saman við leikarunum, og teimum áskoðarunum ið komu her at stuðla okkum.

B36 skal aftur í evropeiskan eldin um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder