Fótbóltur

Jákup á Borg skal eisini standa á odda fyri B36 komandi kappingarár

40-ára gamli venjarin er í løtuni í gongd við sítt fjórða ár í sessinum. - Vit tosaðu fyrst við umboð fyri hópin, og her vóru greiðu boðini, at teir høvdu ilt við at peika á á nakran annan venjara her á landi, sum á sama hátt kundi leiða hópin móti komandi málum..

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-08-08 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann vann fimm FM-heiti við B36 og gjørdist ein legenda í felagnum, hóast hann spældi nøkur ár og var við at vinna tvey FM-heiti við HB. Jákup á Borg er og verður ein ímynd í B36 og hevur síðani 2017, beint eftir at hann gavst á hægsta stigi, hevur staðið á odda fyri B36. 

Nú er greitt, at samstarvið er longt, so at tað er galdandi til árslok 2021. B36 hevur seinnapartin kunngjørt, at partarnir hava gjørt nýggjan sáttmála.

- Vit umrøddu málið saman við Jákupi. Í samráð við venjaran sjálvan tosaðu vit fyrst við umboð fyri hópin, og her vóru greiðu boðini, at teir høvdu ilt við at peika á nakran annan venjara her á landi, sum á sama hátt kundi leiða hópin móti komandi málum. Tí var tað sjálvsagt, at vit fóru í samráðingar við Jákup, og tað er gleðiligt, at vit nú eru komin á mál við hesum

Hetta sigur Magni V. Mouritsen, formaður í B36, við heimasíðuna hjá felagnum. Har verður boðað frá, at koronastøðan hevur gjørt sítt til, at tað tók tíð,  áðrenn tað veruliga er komið gongd á ymsu samráðingarnar í B36. Tó hevur, millum aðrar, liðformaðurin longt sáttmálan

[object Object]

B36 skrivar, at fleiri hildu tað kanska vera váðið, tá Jákup á Borg í 2017 varð fluttur beinleiðis í høvuðsvenjarasessin, eftir at hann í mong ár, men at úrslitini hava tala fyri, at hetta var ein røtt avgerð.

B36 vann í 2018 steypafinaluna á HB á óvanliga dramtiskan hátt. Stutt frammaundan hevði B36 á fyrsta sinni spælt seg víðari til 2. umfar í Europa League, við at basa OFK Titograd í Montenegro. Í fjør var nær við at Jákup og B36 vunnu FM, men KÍ vann FM-finaluna. Seinastu trý árini er B36 endað á heiðursmerkjaplássi hvørt ár, og Jákup á Borg vunnið 61 útav sínum 97 dystum í Betrideildini - tað er eitt miðal á tvey stig fyri hvønn dyst. 

Jákup á Borg er tann av núverandi venjarunum í Betrideildini ið hevur sitið næstlongst í sessinum. Bert Mikkjal Thomassen hjá KÍ hevur verið longri (í gongd við sætta árið). B36 hevur í ár 37 stig fyri 16 dystir, hevur skorað 49 mál (flest saman við KÍ) og er seks stig frá oddaliðnum HB. Í morgin verður greitt, hvørjum Jákup og B36 skulu hitta í Europa League. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder