Fótbóltur

Váttað: Jákup á Borg vendir aftur til B36 - gevst beinanvegin í B68

Hetta sum ítróttarstjóri - tað hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri góðum keldum. Harvið skal B68 núhava nýggjan høvuðsvenjara.

Aftur á slóðina í Gundadali: Eftir nærum fimm ár burtur frá barndómsfelagnum B36 er Jákup á Borg aftur, har alt byrjaði. Talan er um eitt hálvtíðarstarv við ítróttarligu høvuðsábyrgdini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aftur á slóðina í Gundadali: Eftir nærum fimm ár burtur frá barndómsfelagnum B36 er Jákup á Borg aftur, har alt byrjaði. Talan er um eitt hálvtíðarstarv við ítróttarligu høvuðsábyrgdini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-03 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jákup á Borg verður ikki høvuðsvenjari hjá B68 í 2026, ei heldur restina av hesum árinum, men heldur ítróttarstjóri í barndómsfelagnum B36.

Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri góðum keldum.

Sum skilst verður hett váttaða endaliga av feløgunum heilt skjótt.

Trý og eitt hálvt á á Toftum

Jákup á Borg hevur verið høvuðsvenjari á Toftum síðani mitt í 2022 kappingarárinum, sum endaði við at B68 bjargaði sær í deildini við flottari gongd.

Í 2023 var B68 í steypafinaluni men tapti eftir brotssparkskapping eftir HB. Í júst 2023 var málið at nærkast topp-fýra stríðnum, men tað hevur B68 ikki gjørt - millum vegna fíggjarligu støðuna í løtum. Árið í 2024 endaði við, at felagið av Toftum bjargaði sæ plássinum í Betrideildini á seinasta leikdegi við sigri á NSÍ við Løkin.

Jákup á Borg skuldi gevast sum B68-venjari við kappingarenda í fjør, men síðst í oktober avgjørdu partarnir at halda upprunaliga sáttmálan.

[object Object]
Jákup á Borg og borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, fegnast eftir at yvirlivingin varð staðfest (Mynd: Sverri Egholm)

Hann gongur til kappingarenda 2026, men nú hetta kappingarárið líður móti endanum er greitt, at Jákup á Borg fer frá B68 til B36.

B68 skal harvið hava ein nýggjan høvuðsvenjara. Og hetta skal henda beinanvegin, tí Jákup á Borg gevst nú í landsliðssteðginum.

Sum skilst er tilgongdin at finna nýggjan venjara á Toftum - í øllum førum fyribils - væl ávegis. B68 liggur í løtuni á ongamannalandi á 7. plássi í Betrideildini.

17.16: B68 hevur júst kunngjørt á síðu sínari, at Jákup á Borg gevst beinanvegin, tí hann hevur fingið nýtt starv. Meira verður at frætta um venjarastøðuna á Toftum í kvøld

Ítróttarliga ábyrgd

B36 setti fyri beint undir einum árum síðani Tummas Erling Djurhuus sum fyrsta verliga ítróttarstjóra felagsins. Hetta í parttíðarstarv.

Tá skrivaði felagið, at arbeiðsuppgávan í høvuðsheitum verður at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum, bæði fakliga og fyrisitingarliga, og saman við nevndini at útinna tey mál, sum eru sett fyri framtíðina.

Suðuroyingurin noyddist tó at fara úr starvinum í summar av heilsuávum.

Síðani hevur B36 leita eftir avloysaranum, og nú er viðkomandi funnin.

Jákup á Borg kennir B36 væl í tíðini sum spælari og venjari. 45-ára gamli havnarmaðurin stjórnaði besta mansliðið felagsins í fýra ár: Frá 2017 til og við 2020. Nú vendir hann aftur í øðrum leikluti.

B36 váttar nú, at "Jákup á Borg er heima aftur".

Daført: 17.16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder