Jákup Biskopstø Andreasen fer ongan veg.
Tað veit Norðlýsið, sum hevur prátað við KÍ-liðskiparin um hansara støðu.
Søgurnar fóru í fjør at ganga um, at Jákup Biskopstø Andreasen møguliga fór at skifta felag, men nú er avgerð tikin um, at 25 ára gamli miðvallarin verður verandi í Klaksvík.
(Mynd: Sverri Egholm)
Jákup Biskopstø Andreasen sigur við Norðlýsið, at áhugin uttanlands hevur verið stórur og at onkur stór feløg hava víst áhuga. Men persónlig viðurskifti við skúla og at hann skal vera pápi í mars gera, at tað passar best at halda fram í KÍ, sigur hann.
KÍ fer í morgin á venjingarlegu í Portugal. Landskappingin byrjar vikuskiftið 9. og 10. mars tá KÍ tekur ímóti ÍF í Djúpumýru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald