- Eg havi verið venjari í fýra ár, og hetta hava verið fýra fantastisk ár við framúr upplivingum. Vit hava vunnið eina steypafinalu, og bæði fyrra árið og í ár høvdu vit framúr úrslit í Europa. Hinvegin hava vit ikki megnað at vunnið FM-gullið, hóast tað í fjør var sera nær við Eg havi verið sera fegin fyri hesi fýra árini, men eg haldi, at hetta er rætta løtan at gevast. Eg havi altíð vilja felagnum tað besta, og eg vil ikki hava, at mín persónur stendur sum ein forðan fyri víðari menning.
Soleiðis er Jákup á Borg siteraður á Facoebook-síðuni hjá B36, nú tað er greitt, at ein nýggjur maður skal stýra besta mansliðnum hjá B36 í steypakappingini í næstum og frameftir.
B36 boðar frá, at Jákup og felagið eru komin ásamt um at enda samstarvið, og tá tann avgerðin varð tikin, helt venjarin at tað rættasta er at steðga alt fyri eitt.
- Jákup hevur seinastu nógvu árini verið ein av ímyndunum hjá B36. Bæði sum spælari og nú eisini sum venjari. Vit hava verið heppin at notið gott av hansara framúr eginleikum sum bæði venjari og persónur, og eg ivist onga løtu í, at Jákup so ella so verður aftur at síggja í felagnum um ikki so langa tíð, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.
Jákup á Borg verður framyvir ikki á síðulinjui hjá B36, tá liðið spælur
Víkingur og NSÍ hava sagt venjara úr starvi fyrr í ár - Eyðun Klakstein og Glenn Ståhl - og harvið er talan um triðja venjaran í topp-fimm felagið og tann fimta í Betrideildini samanlagt, ið er farin úr starvinum áðrenn kappingarenda.
Jákup á Borg vann steypakappingina við B36 í 2018, og sama ár førdi hann liðið víðari tvær ferðir í Europa League á fyrsta sinni. Í ár kom B36 tríggjar ferðir víðari í kappingini men endaði nummar fýra í landskappingini. Tey trý undafarnu árini undir Jákupi endaði liðið í topp-trý í Betrideildini.
Sáttmáli varð fyrr í ár gjørdur fyri partarnar um komandi ár, men hann er nú ikki longur galdandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald