Fótbóltur

Jákup Martin Joensen farin í farloyvi sum starvsnevndarlimur í FSF

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi hevur ikki tíð til at røkja tað starvið og leiklutin sum starvsnevndarlimur í FSF.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2019-05-16 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á seinasta starvsnevndarfundi hjá Fótbóltssambandi Føroya boðaði Jákup Martin Joensen frá, at hann ynskti at fara í farloyvi frá 1. mai 2019. Ynski varð gingið á møti, og í hansara stað er komin 1. varalimur, ið er Odmar Selfoss av Sandi.

Í november í fjør tók Jákup Martin við starvinum sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, og tað er orsøkin til, at hann nú ynskir at fara í farloyvi í óásetta tíð. Jákup Martin Joensen varð fyrstu ferð valdur í starvsnevndina hjá FSF í 2010, skrivar FSF á heimasíðuni.

- Av tí at starvið sum venjari er so tíðarkrevjandi, fái eg ikki røkt sessin sum starvsnevndarlimur í FSF soleiðis, sum eg kundi ynskt mær, og sum starvsnevndarsessurin hevur uppiborið, sigur Jákup Martin Joensen.

Starvsnevnd FSF’s

Christian F. Andreasen, Tórshavn (formaður)

Róin Schrøter, Hvalba (næstformaður)

Jógvan Páll Joensen, Bø

Fríðin Ziskason, Klaksvík

Fróði Danielsen, Tórshavn

Kristmund Johannessen, Skála

Anja Rein, Tórshavn

Odmar Selfoss, Sandur

2. varalimur er Jákup Alfredsson Olsen av Toftum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder