Fótbóltur

Jákup Martin Joensen nýggjur høvuðsvenjari hjá EB/Streymi

42-ára gamal fyrrverandi leikari hjá felagnum, tekur yvir fyri Heðin Askham.

Nýggi venjarin hjá EB/Streymi saman við formanninum í felagnum, Brian Hansen
(Mynd: EB/Streymur)

Nýggi venjarin hjá EB/Streymi saman við formanninum í felagnum, Brian Hansen (Mynd: EB/Streymur)

2018-10-28 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur tað verið greitt, at EB/Streymur skal hava nýggjan høvuðsvenjara. Heðin Askham hevði sín seinasta dyst við róðrið í gjár eftir tvey ár í starvinum. 

Les eisini: Hans Pauli og Heðin takkaðu fyri seg

Í kvøld hevur EB/Steymur kunngjørt hvør nú kemur at standa á odda fyri fremsta mansliðnum hjá felagnum. 

Talan er um Jákup Martin Joensen, ið hevur verið settur í samband við starvið seinastu tíðina. Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála

Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar soleiðis um nýggja venjaran: 


Jákup Martin er 42 ára gamal. Uppvaksin á Eiði og hevur spælt fótbólt við EB øll ungdómsárini. Sum bert 16 ára gamal leikti hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Jákup Martin spældi 207 dystir og skoraði 29 mál fyri besta liðið tey 14 árini hann leikti við EB/Streymi. Eisini hevur hann roynt seg í B36, AB og FC Hoyvík.

Jákup Martin fekk A-venjaraprógv í fjør og hevur hann tey seinni árini vant ymisk lið hjá B36. Í 2016 og 2017 var hann venjari hjá U-18 liðnum hjá B36. Hesi árini tapti liðið bara 4 dystir og vann FM í 2017. Fyrr í ár tók hann yvir hjá næstbesta liðnum hjá B36 og vunnu teir allar dystirnar og fluttu upp í 1.deild.

Vit ynskja Jákup Martin væl afturkomnan til EB/Streym og gleða okkum til komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder