Tað sum gitingar hava verið um seinastu vikuna - síðani samstarvi millum Aleksandar Jovevic, Bartal Eliasen og ÍF endaði - er nú veruleiki.
Fótbóltssíðan bolt.fo skrivaði fyrr í dag á heimasíðu sínari, at Jákup Martin Joensen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá ÍF. Hetta hevur ÍF í kvøld váttað.
47-ára gamli eiðismaðurin var í fýra ár høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Eitt sindur inn í kappingarárið í fjør tók hann yvir í HB, sum Jákup Martin leiddi til steypagull.
Júst steypadysturin á Svangaskarði móti B68 verður fyrsta uppgávan hjá nýggja ÍF-høvuðsvenjaranum.
Afturat honum verður ein kendur maður í felagnum, Ólavur Larsen. Liðið liggur í løtuni aftast við Betrideildini við ongum stigi.
Sí hvat ÍF skrivar um nýggju venjarasamansetingina niðanfyri
--------------------------------------------------------------------------
Jákup Martin er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur áður verið høvuðvenjari í Betri deildini. Fyrst stóð Jákup Martin á odda fyri Eb/Streymi frá 2019 til 2022, við góðum úrslitnum. Síðani tók hann yvir hjá HB í 2023, sum endaði nummar 2 í deildini, og vann hann steypafinaluna við HB sama árið.
Nýggi hjálparvenjari verður Ólavur Larsen, sum er kendur í felagnum. Ólavur hevur verið venjari hjá 2 deild og U21 í ár, men nú er avtala gjørd um at hann verður hjálparvenjari hjá Jákup Martin.
Næsti dystur er longu í morgin á Svangaskarði ímóti B68 í steypakappingini, og tá verður nýggja venjaratoymið at síggja á síðulinjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald