Gamla málmanslegendan á landsliðnum, málverjin Jákup Mikkelsen, verður nú aftur knýttur at Ítróttafelag Fuglafjarðar.
Heimasíðan hjá ÍF skrivar, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jákup Mikkelsen um at vera málmansvenjari í felagnum, sum nú aftur verður umboðað í bestu deildini fótbólti.
Samstundis hevur ÍF eisini longt sáttmálan við 35 ára gamla hjálparvenjaran, Ólav Larsen, sum fyrr hevur verið formaður í felagnum, og sum nú fer undir útbúgvingina sum A-venjari.
Jákup Mikkelsen spældi sjálvur við ÍF árini 2010 til 2014. Í 2015 gjørdist hann venjari í felagnum og tað var hann fram til 2017.
Høvuðsvenjari í ÍF er Hegga Samuelsen.
Les eisini: ÍF gjørt fleiri sáttmálar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald