Fótbóltur

Jákup og Jákup: - Fara ongantíð at gloyma hesar løturnar

Havi verið argur og flovur av nøkrum avgerðum hjá mær í ár, sigur føðingardagsbarnið, sum tó endar væl í B68. Ungi hjálparvenjarin, sum stóð á síðulinjuni í dag, er eisini errin av spælarunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-26 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jákup á Borg tapti FM-finaluna móti KÍ í 2019 tann dagin, sum hann fylti 40 ár.

Nú, júst fimm ár seinni, vann hansara B68-lið 4-1 við Løkin, tá neyðugt var við einum sigri fyri at halda sær í deildini.

Hetta var samstundis seinasti dystur hjá Jákupi á Borg við róðrið hjá B68. Havnarmaðurin hevur takkað fyri seg vegna rumbli í felagnum, hóast hann hevði sáttmála fyri næsta ár eisini.

Jákup á Borg slapp ikki at standa við síðulinjuna vegna venjarabann (fekk triðja gula kortið sunnudagin) Hann royndi tó at hava sína ávirkan og leyp innum girðingina, tá B68 skoraði til 3-1 stutt fyri leiklok. Nú takkaði hann fyri seg og "ógloymandi løturnar"

Tað var 23-ára gamli Jákup Reinert Højgaard, sum hevði høvuðsábyrgdina á B68-bonkinum. Hjálparvenjarin vil nógv við yrkinum, og hetta var higartil nógv størsta próvtøkan hjá Jákupi - hesa stóð ungi maðurin av Saltnesi. Jákup Reinert Højgaard  staðfesti samstundis, at man undir serligu umstøðunum bara royndi at hugsavna seg um stóru uppgávuna.

Hann heldur, at nógvir menningarmøguleikar eru á Svangaskarði og er samdur við eldra Jákup, at her býr meira í hópinum enn 21 stig og eitt 8. pláss.

Hoyr hvussu venjararnir Jákup og Jákup settu orð á upplivingina við Løkin, árið sum heild og fýrverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder