
Útyvir Portalin er Norðlýsið og bolt.fo sjálvandi eisini umboða á miðlaplássinum í Vilnius. Jákup Ósá hevur fylgt KÍ tætt leingi, og m.a sæð allar evropeisku dystirnar hjá felagnum í summar.
Vit spurdi hann, hvat hann væntaði av dystinum í kvøld, og hann var ikki í iva um, at KÍ fer at fáa eina sera trupla uppgávu móti Zalgiris á tjóðarleikvøllinum í Litava:
- Eg vænti, at hetta verður klárt tann truplasti dysturin hjá KÍ higartil í ár. Hetta liðið sær til dømis út til at vera nógv sterkari enn Birkirkara, ið KÍ møtti í Preeliminary Round. Teir eru betri enn KÍ á allarflestu økjunum. Tað sær tó út til at halta eitt sindur í álopspartinum, í mun til at skapa tað avgerandi. Venjarin hjá Zalgiris ber eisini orð fyri at leggja dent á verjupartin.
Jákup Ósá metir, at um KÍ skal hava møguleikan at fáa eitt gott úrslit í kvøld, so skal fokus m.a. verða á at gera eins og í Føroyum, og ikki leypa ov nógv framav:
- KÍ spældi ein sera góðan dyst reint defensivt í Føroyum, og dugdi væl at taka leikferðina úr dystinum. Eg vænti, at Zalgiris fer at fer at royna at fáa leikferðina heilt upp í 1.hálvleiki. KÍ kann møguliga verða eitt sindur blást aftureftir í byrjanini, men teir skulu royna at gera tað sama sum í Føroyum. Tá mótstøðuliðið er so sterkt, og man er komin her til í Evropa nyttar lítið at leypa á við fullari kraft. Sjálvt um tað vildi verið upplagt, tá man er aftanfyri 2-1 eftir fyrsta dystin. So lykilin er liggja djúpt, og ikki geva nógv burtur. Hetta eydnaðist væl í Føroyum; tað verður tó truplari nú spælt verður á útivølli.
Jákup vísir á, at NSÍ og Víkingur hava rent seg í eitt ódnarveður á útivølli í summar, og at KÍ upplivdi tað eisini í Stokkhólmi í fjør. Ítrottarskrivarin ber ótta fyri, at KÍ kann út fyri líknandi uppliving í Vilnius í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald