Tað styttist til Oyggjaleikir, tá føroysk ítróttarfólk skulu royna seg móti sterkastu ítróttarfólkum úr øðrum oyggjum. Eisini føroyskir súkklarar skulu royna seg. Nakrir av okkara sterkastu landsliðssúkklarum royndu seg í gjár, tá Sersambandið fyri súkkling og triathlon, SST skipaði fyrstu av trimum FM kappingum í VEG súkkling, sum allar verða hesa vikuna.
Tað gekk væl hjá Jákup Petur Eliassen, Magna Hansen og Bergtór Thorsteinsson. Hesir skulu allir umboða Føroyar, og skuldu allir løttu fetini upp á sigurspallin í dag.
Mikukvøldið varð kappast í tíðarkoyring, og var tað Eysturoyggin, ið var karmur um kappingina.
Startur og mál var við Stranda Máling á Strondum. Súkklað var av Strondum og allan vegin inn á Skálabotn. Her bleiv vent við Effostøðina og so gekk leiðin aftur út á Strendur. Teinurin er 27 kilometrar.
Súkklarar eru glaðir fyri júst hendan teinin, og er hetta triðja árið á rað, at júst hesin teinur verður brúktur til FM kappingina í tíðarkoyring.
Spenningur var til síðsta sekund. Tað var sera javnt í oddinum, og tá teir skjótastu vendu við Effostøðina í Skálabotni vóru bert fá sekund millum Jákup Petur Eliassen og Magna Hansen. Jákup Petur átti munin, men munurin var lítil.
Tá kappast verður i tíðarkoyring fara súkklararnir avstað ein og ein. Ein minuttur er millum hvønn súkklara, og endaliga úrslitið sæst ikki fyrr enn allir súkklarar eru komnir á mál. Teir sterkastu byrja seinast, og tað ber tá nøkunlunda til at meta um munin, tá súkklarar til dømis hava vent.
Magni byrjaði ein minutt áðrenn Jákup Petur. Tað var torført at taka dagar ímillum tá hesir báðir høvdu vent. Jákup Petur átti munin, men hesin var ikki stórur.
Magni koyrdi alt hann átti undan Jákup Peturi, og Jákup Petur koyrdi alt hann átti, fyri at nærkast Magna. Báðir vildu vinna.
Tá hesir komu á mál, eftir 27 harðar og drúgvar kilometrar, var framvegis torført at siga hvør fór við sigrinum. Men Jákup Petur Eliassen átti munin og kann kalla seg føroyameistara í tíðarkoyring 2023. Magni Hansen var 14 sekund seinni á silvurplássinum, meðan Bergtór Thorsteinsson vann bronsu, ein minutt og 10 sekund eftir Jákup Petur.
Ein kvinna stillaði upp. Anida Johannsen kann tí somuleiðis kalla seg føroyameistara í tíðarkoyring 2023.
Nýggjar FM-kappingar leygardagin og sunnudagin
Leygardagin verður aftur kappast um føroyameistaraheitið í súkkling. Hesaferð í Landavegsúkkling. Tá byrja øll samstundis, og tá verður koyrdur ein teinur á 104 kilometrar.
Byrjað verður í Runavík. Súkklað verður inn eftir Skálafirði, millum Fjarða til Funningsfjørð og síðan til Funnings. Koyrt verður um Eiðisskarð, og so gongur leiðin suður gjøgnum Sundalagið. Málið er við bilasøluna P/F Wenzel í Havn, men ístaðinfyri at koyra gjøgnum tunnilin, gongur leiðin drúva teinin eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Føroyameistarin 2023 í Landavegsúkkling skal finnast, men kappingin leygardagin er samstundis ein motiónskapping, har øll kunnu bjóða sær sjálvum, vinkonuni ella vinmanninum av.
Øll byrja samstundis, og Súkkluavbjóðingin og FM kappingin 2023 byrjar klokkan 10 leygarmorgunin. Starturin verður frá Løkshøll, og skulu øll møta klokkan 9. Higartil hava fleiri enn fimmti súkklarar meldað seg til kappingina og tiltakið. Pláss er fyri fleiri, og enn ber tí til at tilmelda seg.
Øll úrslitini frá FM kappingini í tíðarkoyring síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald