LM Kring Føroyar er byrjað, og eftir tvær etapur hevur Jákup Petur Eliasen lagt seg á odda.
Kappingin byrjaði mikukvøldið, tá kappast var í Einkultstarti. Koyrt varð úr Miðvági, til Sørvág, og so til Bíggjar. Her bleiv vent, og so skuldi kvinnur og menn koyra aftur á mál í Miðvági. Startur og mál var við busskýlið eftir rundkoyringina við FK, og teinurin var 21 kilometrar til longdar.
Jákup Petur vann tryggan sigur, og nummar tvey gjørdist Hilmar Hansen. Hesir báðir liggja, eftir 1. og 2. etapu, á ávikavist fyrsta og øðrum plássi samanlagt, eftir at hesir fingu somu plasering sum dagin fyri. Bronsan fór til Vestmanna, tá Tórarinn Didriksen megnaði at gerast triðskjóastur á 21 km langa teininum.
2. etapa var ein sokallað Vegkapping, og nú gekk leiðin úr Norðskála, norður gjøgnum Sundalagið, og so skuldu súkklarar seta kós niðan móti Eiðisskarð. Leiðin gekk síðan til Funning, til Funningsbotn, til Gøtueiði, gjøgnum Gøtu, til Leirvík, gjøgnum undirsjóvartunnilin, og síðan á mál við Effostøðina í Klaksvík.
Hilmar Hansen leyp á beint sum teinurin niðan móti Eiðisskarð byrjaði. Jákup Petur var skjótur at koyra Hilmar inn aftur, og hesir, sum í dag teljast millum okkara fremstu súkklarar, hildu leiðina fram saman, og øktu alsamt aftur til feltið.
Hilmar er stinnur tá tað gongur niðan eftir, og Jákup Petur er sterkur tá koyrast skal eftir sløttum. Hetta gjørdi Jákup Petur sær dælt av, og nakað áðrenn Effostøðina í Skálabotni fór Jákup Petur frá Hilmar, og koyrdi nú solo á mál.
- Eg føldi meg sterkari enn Hilmar í dag. Eftir at hann hevði tikið eina føring, avgjørdi eg at gera eina roynd at rykkja frá honum. Royndi alt eg kundi at sleppa avstað, og tað eydnaðist, segði ein vælnøgdur Jákup Petur eftir kappingina.
Tað bleiv nú mann móti manni. Jákup Petur átti munin og vann enn ein tryggan sigur, tá hann kom á mál smáar fimm minuttir áðrenn Hilmar. Jákup Petur vann við 4 minuttum og 39 sekundum.
Tað bleiv sprintað um bronsuna. Gunnar Dahl-Olsen royndi at sleppa undan Niklas H. Niclassen, men ungi súkklarin helt tørn, og hesir fylgdust løtu seinni framvið "Húkinum". Tað styttist til málið, og nú bleiv koyrt taktiskt. Niklas byrjaði endaspurtin, men í síðstu løtu eydnaðist tað Gunnar at fara fram við Niklas og tryggja sær bronsuna.
Maria liggur á odda hjá kvinnum
Maria Svabo Hansen vann sannførandi Einkultstarskappingina, og vann aftur 2. etapu, men hesa ferð ikki eins sannførandi og í 1. etapu. Súsanna Eliasen kappast við Mariu, og tað var ikki nógv, ið skilti nummar eitt og tvey, tá farið varð um málstrikuna. Ein minutt og 14 sekund vóru millum kvinnuligu avbjóðararnar.
LM Kring Føroyar er samansett av fimm etapum. Kappingin byrjaði mikudagin og endar sunnudagin, tá kappast verður á Streymoynni.
Í morgin verður kappast á Viðoynni, og leygardagin í Suðuroy. Kappingin í morgin byrjar klokkan 16, og tá verður byrjað í Hvannasundi, og síðan koyrt fimm ferð gjøgnum bergholið, til Viðareiðis, og síðan eftir gamla vegi til tunnilsmunnan.
Úrslit, 2. etapa:
Overall | LM Kring Føroyar 2022 - Dagur 2 | Resources.ws.RaceResults | Webscorer
Úrslit, samanlagt eftir 1. og 2. etapu:
Overall | LM Kring Føroyar 2022 | Series results | Webscorer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald