Fótbóltur

Jákup Petur vann samanlagt

Hetta var fimta av fimm Einkultstartskappingum í kappingini, ið kallast GIANT TT kappingin 2022. Jákup Petur Eliassen vann allar teinarnar.

2022-09-30 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar Súkklufelag: Enn ein sannførandi sigur til Jákup Petur Eliassen, sum í seinastu TT kappingini í GIANT TT kappingini 2022, tryggjaði sær heili sjey stig, og 35 stig samanlagt, fyri fimm sigrar - av fimm. 

Eitt gott kappingarár. Higartil. Kappingarárið er ikki liðugt enn. Ikki fyri Jákup Petur, og heldur ikki fyri hinar súkklararnar.

Jákup Petur skal í komandi viku av landinum at kappast. Føroyska Triathlon landsliðið skal til Malta at kappast. Á Malta verður kappast í Duathlon, Aquathlon og Triathlon. 

Hálvan oktobur verður so seinasta kappingin í ár. Tá verður kappast í Landavegsúkkling, og fyriskiparar hava ”doypt” hesa kapping Tour de Eysturoy. Ein sera áhugaverdur teinur, har súkklað verður gjøgnum bygdirnar Runavík, Skálabotn, Gøta, Leirvík, Kambsdal, Fuglafjørð, Toftir, Æðuvík, Rituvík og so á mál í Runavík. Ein teinur á góðar 70 kilometrar, við ikki færri enn 1300 hæddarmetrum.

Kappingin í gjár gekk frá Runavík til Skálabotn og so aftur á mál í Runavík. Veðrið var gott og uppmøtingin var somuleiðis góð.

Jákup Petur var undan kappingini favorittur at vinna dagsins tein, ið gekk frá Effostøðini í Runavík til Effostøðina í Skálabotni, har vent varð. Leiðin gekk so aftur til Runavíkar, har málið var.

Favorittur, men Hilmar Hansen er tann súkklari, ið hevur givið Jákup Petur harðast kapping í ár. Hilmar var ikki við, tá kappast bleiv í Einkultstarti fyri tveimum vikum síðan, og tað er tí tíð síðan hesir kappingarneytar hava bjóðað hvørjum øðrum av.

Hilmar bleiv nummar tvey, men sigurin hjá Jákup Petur var tryggur. Jákup Petur vann við smáum tveimum minuttum. Meðan Hilmar brúkti 40 minuttir og 26 sekund um teir 24 kilometrarnar, so brúkti Jákup Petur einans 38 minuttir og 45 sekund. Hetta gevur eina meðalferð hjá vinnarinum á góðar 36,5 km/t.

Fjøllini verða nú gingin. Fyri tveimum vikum síðan gjørdist Jens Mortan Rasmussen nummar trý. Hesa ferð mátti hann taka til takkar við einum sætta plássi, og ásanna, at tað ikki er bara bara at ganga fjøllini og reka seyð, og eisini ásanna, at hesu ferð vóru bæði Casper Rosen og Uni Heðinsson frammanfyri, á ávikavist 4. og 5. plássi.

Hetta var sum áður nevnt fimta av fimm Einkultstartskappingum í kappingini, ið kallast GIANT TT kappingin 2022. Kappingararið er farið at halla, og nú er bert ein kapping eftir. Ein sokallað Landavegkapping, ella felagsstartur, sum tað eisini verður kallað. Tann kappingin verður leygardagin 15. oktobur klokkan 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder