Tríggir teir seinastu dystirnir í 5. umfari í Pepsideildini vórðu leiktir í gjár. Øll trý føroyingafeløgini vóru í eldinum, og tvey teirra hittust.
Brandur Hendriksson Olsen og Jákup Ludvig Thomsen vóru á vøllinum allar 90 minuttirnar, og báðir skoraðu fyri FH í 3-2 sigrinum á Vali. Brandur legði heimaliðið á odda við brotssparki stórar tíggju minuttir fyri hálvleik. Seinastu stóru tjúgu minuttirnar komu fýra mál: Fyrst javnaði Valur, FH svaraði aftur, men í 79. minutti javnaði meistaraliðið aftur. Fimm minuttir fyri leiklok var tað Jákup Thomsen, ið sló til, og áleyparin gjørdist dystaravgerandi fimm minuttir fyri leiklok. Hetta var fyrsta málið hjá 21-ára gamla áleyparanum í landskappingini í ár.
Kaj Leo sat annan dystin á rað á bonkinum allar 90 minuttirnar fyri Val. Meistaraliðið hevur bert fýra stig fyri fimm dystir. FH hevur 10 stig, og er á triðja plássi. Gunnar Nielsen er úti við brotnari hond, og málvejrin verður ikki tøkur til landsdystirnar móti Spania og Norra komandi í mánaði.
René Shaki Joensen og Grindavík vunnu annan dystin á rað og hava nú 8 stig. Grindavík spældi móti Fylkir á heimavølli í gjárkvøldið og vann 1-0. René varð útskiftur í 79. minutti.
Fótbóltur
Jákup Thomsen avgjørdi dystin móti Vali
Havnarmaðurin skoraði seint í dystinum móti Vali, har Brandur Hendriksson eisini kom á máltalvuna. Kaj Leo kom ikki á vøllin.
Jákup Thomsen, her í dysti á Malta (Mynd: Sverri Egholm)
2019-05-21 15:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald