Síðsta vikuskiftið var fyrsta umfar í FM í dart. Fríggjakvøldið spældu tey undir 18 ár og har vóru seks luttakarar við.
Vinnarar undir 18:
1. Sámuel á Smið
2. Jóna Miðalberg
3. Arnfríð Jacobsen og Kaj D. Antoniussen
Hægst útgang hevði Jóna við 58 pílum og fægst pílar hevði Ingi Johannesen við 28 pílum.
Leygardagin var ein- og tvímansleikur hjá teimum vaksnu.
Í einmansleiki vóru 16 luttakarar í A-Cup og 19 í B-Cup. A-cup er ætlað teimum bestu spælararunum og B-Cup er til teir, sum ikki meta seg nóg góðar til A-cup enn, og sum eru við fyri at blíva betur.
Vinnarar av A-Cup:
1. Jan McIntosh, HDF
2. Allan við Rætt, D16
3. Jan Erik Fjallstein, VDF og Uni Árting, HDF
Vinnarar av B-Cup:
1. Jógvan Viderø Olsen, D9
2. Stefan Petersen, D9
3. Hans Tóri Kallsoy, VDF og Jack Mohr D16
Hægst útgang hevði Jógvan Viderø Olsen við 135 og fægst pílar hevði Uni Árting við 13 pílum.
Í tvímansleiki vóru hesuferð bert 13 pør við.
Vinnarar av tvímansleiki vóru:
1. Jan McIntosh/Uni Árting, HDF
2. Jón Johansen/Jan Erik Fjallstein, VDF
3. Oddfinn Hansen/Jørgen Meitelberg, HDF
3. Allan við Rætt/Jack Mohr, D16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald