Hondbóltur

Jana Mittún besti spælari hjá Viborg í Aabenraa

Seks mál og átta upplegg men Viborg tapti 34-31, og harvið reyk møguleikin fyri hálvfinaluplássi endaliga.

Jana var beinleiðis við í umleið helminginum av málinum hjá útiliðnum, sum hevur tríggjar dystir eftir í kappingarárinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana var beinleiðis við í umleið helminginum av málinum hjá útiliðnum, sum hevur tríggjar dystir eftir í kappingarárinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-01 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var greitt áðrenn endaspælið, at tað fór at vera trupult hjá Viborg. Liðið kom í bólk við bæði Ikast og Esbjerg, sum endaðu nakað omanfyri í grundspælinum, og bert tvey hálvfinalupláss eru uppá spæl í hvørjum endaspælsbólki.

Jana Mittún og hinar vóru nær við at taka sigurin í fyrsta endaspælsdystinum móti Ikast, men leiðslan reyk, og tað endaði eisini við tapi í Esbjerg í 2. umfari.

Harvið var ein sigur eitt krav, tá Viborg fór til Suðurjútlands í gjárkvøldið. Tað var tað eisini hjá Sønderjyske, og hóast føroyski landsliðsspælarin stóð seg ógvuliga væl í Aabenraa, so tapti Viborg 34-31 eftir hálvleiksstøðuna 12-11.

Jana skoraði seks mál (hevði sjey skot) og legði upp til heili átta - flest í dystinum. Harvið 14 málstig til spælaran við næstflest uppleggum í deildini, og hoyvíkskvinnan vann eisini onkran bólt í verjuni. 

Nú hevur Viborg tríggjar dystir eftir í endaspælinum, har einki ítøkiligt er at spæla fyri - kappingarárið hjá Janu Mittún og teimum verður liðugt um 15 dagar. Sum heild hevur føroyski landsliðsprofilurin flutt seg nógv í Viborg í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder