Fótbóltur

Jana Mittún við framúrskarandi avriki í føroyingauppgerð beint undan landsdystunum

Toppskjútti við sjey málum og dagsins spælari tá Viborg vann 33-29 á HH Elite. Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi væl, áðrenn hon fór út við snuddi í økslini.

21-ára gamli føroyski landsliðsprofilurin hevur fingið uppaftur størri ábyrgd í sínum triðja kappingarári í Danmark - Jana Mittún er millum tær mest effektivu í deildini eftir seks umfør (Mynd: Sverri Egholm)

21-ára gamli føroyski landsliðsprofilurin hevur fingið uppaftur størri ábyrgd í sínum triðja kappingarári í Danmark - Jana Mittún er millum tær mest effektivu í deildini eftir seks umfør (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-11 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir seks umfør hevur Jana Mittún fjórðflest upplegg (23) og fjórðhægst MEP (samlað tal fyri mest effektivi spælarin á vøllinum) av øllum í fremstu donsku deildini.

21-ára gamli føroyski landsliðsprofilurin hevur fingið uppaftur størri ábyrgd í sínum triðja kappingarári í Danmark, og í gjárkvøldið vísti Jana vegin.

Hetta millum annað við at skora sjey mál - uppá níggju skotroyndir - og leggja upp til trý mál móti Horsens. 

Viborg vann 33-29 á HH Elite

Nummar 77 var beinleiði við í tíggju málum og vann eisini brotskøst; sum ikki telja við beinleiðis í hagtølunum. Harvið tykist Jana Mittún vera í toppformi undan landsdystunum móti Íslandi og Montenegro í næstu viku.

[object Object]
Jana Mittún og Føroyar spæla tveir týðandi dystir í næstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi eisini væl - við fýra málum uppá fimm skot. Hon noyddist tó út við snuddi í økslini. Hetta var ein smeitur fyri HH Elite.

Maria skal sum skilst kannast nærri í dag. Føroyar spæla fyrsta EM-undankappingardyst í Íslandi mikudagin, og er tað týðandi at hava hana við.

[object Object]Maria Pálsdóttir Nólsoy tók stóra ábyrgd í HM play-off dystunum í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder