Í 10. umfari varð hon dagsins spælari hjá Viborg, og í seinasta dystinum í 11. umfari í fremstu donsku kvinnudeildini var Jana Mittún beinleiðis við í 13 málum hjá Viborg.
Hetta var í 32-26 sigri (16-9) í Horsens, har Maria Pálsdóttir Nólsoy spælir. Maria spældi í gjár meira enn í fyrsta umfarinum eftir EM-steðginum, og hevði 20-ára gamli føroyski spælskiparin eitt mál og fýra upplegg.
Maria Pálsdóttir Nólsoy fekk ein stoyt í knæðið í seinasta EM-dystinum men spælir nú aftur í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
Jana Mittún gjørdi bart. 21-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði uppá fýra av sínum fimm skotum, legði beinleiðis upp til seks mál og vann trý brotskøst, sum tær í grønum skoraðu uppá.
Føroyski landsliðsprofilurin er millum tær í deildini við flest uppleggum, og hon fær størri og størri leiklut hjá liðnum, sum nú liggur á 5. plássi. Horsens er hinvegin næstniðast og veruliga í niðurflytingarvanda.
Um vikuskifti vann Skanderborg (Súna Krossteig Hansen 3 mál og 2 upplegg) lyklasigur, og Pernille Brandenborg skoraði uppá øll síni fimm skot í sigrinum á Rakul Wardum og Ringkøbing.
Leygardagin hittast Jana og Súna - allar hinar á føroyska landsliðnum spæla aftur áðrenn tað. Sí alla dystarskránna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald