Hondbóltur

Jana skal spæla final4 um vikuskiftið

Viborg og Jana Mittún hava spælt seg víðari í final4, og í morgin skulu tær spæla hálvfinalu.

(Mynd : Jens Kr. Vang)

(Mynd : Jens Kr. Vang)

2023-12-28 14:22 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Jana Mittún og liðfelagar hennara í Viborg hava spælt seg víðari í final4, og í morgin spæla tær hálvfinalu. Tey fýra liðini kappast um at gerast steypavinnarar í bestu donsku deildini. 

Liðini, sum skulu kappast í vikusskiftinum eru Viborg, Odense, Esbjerg og NFC. Favorittar til at vinna kappingina er Esbjerg, sum eisini liggur fremst í landskappingini. Báðar hálvfinalurnar og finalan verða spældar í Esbjerg. 

Viborg, liðið hjá Janu, skal í morgin spæla hálvfinalu ímóti NFC. Liðini hava áður møtst í landskappingini, og seinast liðini møttust, vann Viborg. Hin hálvfinalan er millum Odense og Esbjerg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder