Fjórðingsfinalurnar í Santander Cup hjá kvinnum eru spældar í vikuni. Greitt er, at Esbjerg, Odense, NFH Nykøbing og Viborg skulu spæla hálvfinalur millum jól og nýggjár.
Talan er um stórfeløg. Jana Mittún og liðfelagarnir lótu ongan iva vera um, at tær skulu spæla um stuttligu plássini í steypakappingini. Viborg var á útivølli í Horsens í fjórðingsfinaluni í gjárkvøldið og vann við 14 málum: 36-22.
Jana skoraði fýra av hesum málunum og 20-ára gamla hoyvíkskvinnan var eisini umráðandi partur av at fáa álopsspælið at flóta.
Liðið hjá Pernille Brandenborg, føroysku landsliðsstrikuni, tapti fyri Odense.
Avgerðin í steypakappingini fellur á sonevndari "Final Four" stevnu í Esbjerg. Hálvfinalurnar verða spældar 29. desember og finalan dagin eftir. Í hálvfinaluni spæla Jana Mittún og Viborg móti NFH Nykøbing.
Hondbóltur
Jana skoraði fýra ferðir - Viborg er millum fýra tey seinastu í steypakappingini
Jana Mittún og hinar vunnu greitt í Horsens í gjár. NFH verður mótstøðuliðið í hálvfinaluni í Esbjerg, har steypakappingin verður avgjørd.
Jana Mittún í steypafinaluni í fjør, sum hon og H71 vunnu á Kyndli. Nú kappast ungi bakspælarin um steypametal í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)
2023-11-02 15:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald