Seks dystir í 14. umfari í fremstu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í gjár, mikukvøldið 23. januar.
Landsliðsmálverjarnir spældu í pørtum av dystum, har Aalborg og Ringbøbing bæði taptu 33-25 móti stórfavorittum.
Annika Fríðheim Petersen fekk tó víst seg fínt fram við sjey bjargingum fyri Aalborg móti Odense (30 prosent av skotunum hon var inni) Rakul Wardum fekk tíggju skot á málið, løtuna hon vardi málið hjá Ringhøbing móti NFH. Havnarkvinnan hevði tvær bjargingar fyri botnliðið.
Súna Krossteig Hansen og Jana Mittún vóru við at fáa sigrar í hús í gjár. Hjá Skanderborg og Súnu var talan um týðandi sigur á Aarhus, sum sendi Skanderborg nærri plássi í ovara endaspælinum.
Súna brendi heldur nógv skot - fýra av sínum fimm - men føroyski bakspælarin legði eisini upp til fýra mál og tók nógvar nærdystir í 29-26 sigrinum. Skanderborg er nú á 9. plássi við 9 stigum. Átta av teimum 14 liðum koma í ovara endaspæli og eru harvið ikki í niðurflytingarvanda, tá farið verið undir endaspølini í apríl.
Súna Krossteig Hansen var darvað av skaða í fótinum seint í 2024. Nú spælir hon aftur ein leiklut fyri Skanderborg (Mynd: Sverri Egholm)
Viborg liggur á 6. plássi og stríðist fyri at fáa 4. plássi, sum gevur fleiri stig við í endaspælið. Í tí stríðnum spælir Jana Mittún ein størri og størri leiklut. Í gjárkvøldið varð 21-ára gamla hoyvíkskvinnan javnsettur toppskjútt hjá Viborg við seks málum. Hetta var, tá Viborg á útivølli móti Sønderjyske 26-29.
Hon brendi trý skot og hevði nøkur teknisk mistøk men legði eisini upp til trý mál og vann eitt brotskast. Tað er eingin ivi um, at landsliðsprofilurin við 77-talinum mennist væl í fremstu donsku deildini.
Í kvøld spæla Maria Pálsóttir Nólsoy og Pernille Brandenborg móti hvørjari aðrari í Horsens.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald