Fótbóltur

Jann Benjaminsen er eisini boðsendur

27-ára gamli B36-bakkurin er úttikin sum 24. maðurin til venjingardystirnar hjá Føroyum móti Liktinstein og Danmark. Jann hevur spælt ein A-landsdyst.

Jann Benjaminsen í november 2022, tá hann varð úttikin á A-landsliðið á fyrsta sinni (Mynd: Sverri Egholm)

Jann Benjaminsen í november 2022, tá hann varð úttikin á A-landsliðið á fyrsta sinni (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-15 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Til landsliðsúttøkuna mánadagin vórðu 23 nøvn avdúkað til venjingardystirnar í Spania, og til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark.

Les eisini: Ikki so nógv nýtt í landsliðshópinum

Håkan Ericson segði tá, at eitt pláss tóð eitt sindur opið. Hetta var fyrst og fremst til Jóannes Kalsø Danielsen. Kona hansara stendur til at eiga í næstum.

Nú er tó greitt, at Jann Benjaminsen fær tað seinasta pláss sum bakkur. Hesum boðar FSF frá í dag:

- Jann Julin Benjaminsen úr B36 verður 24. maðurin í landsliðshópinum, sum mánadagin í komandi viku fer á venjingarlegu í Marbella í Spania. 27 ára gamli nesmaðurin, ið er uppvaksin í B68, men fyri tað mesta hevur spælt vaksnamannafótbólt við NSÍ, er higartil skrásettur fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar. Tað var í november í 2022, tá Kosovo og Føroya spældu javnleik 1-1 á Fadil Vokrri stadion í Pristina.

[object Object]
Jann Benjaminsen er vorðin lyklaleikari og eisini liðformaður hjá B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Jann Benjaminsen er 27-ára gamal og er farin undir sítt annað kappingarár í B36, sum hann kom til eftir eitt ár í Hødd í Noreg. Jann kann millum annað røkja bæði bakkplássini, og var hann liðformaður, tá B36 byrjaði kappingarárið við sigri á B68.

22. mars spæla Føroyar og Liktinstein á Marbella Football Center, meðan seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 26. mars, tá Danmark tekur ímóti á Brøndby Stadion. Hetta eru fyrstu A-landsdystir hjá monnum av tíggju í ár.

Hópurin til venjinnardystirnar móti Liktinstein og Danmark:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar: 
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Magnus Egilsson, B36
Bartal Wardum, HB
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Jann Benjaminsen, B36

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Vikingur Reykjavík (Ísland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur - heilt nýggir í A-landsliðshøpi
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder