Fótbóltur

Ikki so nógv nýtt í landsliðshópinum

Men fleiri, ið ikki hava spælt so nógv á A-landsliðnum enn, fáa helst møguleikan til hesar venjingardystirnar í mars. Håkan Ericson var sum heild annars ikki nøgdur við 2023.

- Í mun til stig, so var tað ikki nøktandi, og vit eru serliga vónsviknir av, at vit ikki fingu meira burturúr móti Moldova (...) vit skulu gerast betri frameftir vøllinum í ár og finna røttu balansuna. Soleiðis segði Håkan Ericson millum annað á tíðindafundinum á Tórsvølli fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

- Í mun til stig, so var tað ikki nøktandi, og vit eru serliga vónsviknir av, at vit ikki fingu meira burturúr móti Moldova (...) vit skulu gerast betri frameftir vøllinum í ár og finna røttu balansuna. Soleiðis segði Håkan Ericson millum annað á tíðindafundinum á Tórsvølli fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-11 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í mun til stig, so var tað ikki nøktandi, og vit eru serliga vónsviknir av, at vit ikki fingu meira burturúr móti Moldova. Tað var eitt lið, sum stóð seg nógv betri enn væntað í undankappingini. Vit eru sum heild væl nøgdir við verjupartin, har vit bert lata 13 mál inn, men tað er eingin loyna, at vit skapa ov lítið frameftir. Hetta skal betrast í 2024, og vit skulu finna balansuna millum at verja væl og at hótta hinvegin.

Soleiðis tók Håkan Ericson stutt saman um landsliðsárið 2023 á úttøkutíðindafundinum fyrrapartin. Sviin lýsti sítt fjórða ár í sessinum sum eitt tungt ár. Føroyar byrjaðu EM-undankappingina við 1-1 dysti í Moldova í og endaðu við góðum javnleiki í Albania 20. november. Millum har spældu Føroyar átta dystir - seks undankappingardystir og tveir venjingardystir. Liðið tapti allar hesar og skoraði bert eitt mál.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

[object Object]Føroyar taptu millum annað móti Moldova í fjør (0-1) Odmar Færø sæst her húkandi - miðverjin er ikki tøkur vegna skaða hesaferð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í 2024 snýr tað seg um fýra venjingardystir í fyrru hálvu og seks Nations League-dystir í heyst og um at flyta seg sum lið. Tað eru tó eini tíggju leikarar, sum hava verið meira ella minni fastur, tá teir hava verið tøkir seinastu árini, sum ikki eru við hesaferð:

Heini Vatnsdal, skaddur
Ári Mohr Jónsson, skaddur
Jóannes Kalsø Danielsen, persónligar orsøkir kann tó møguliga koma við
Jákup Biskopstø Andreasen, persónligar orsøkir
Hallur Hansson, skaddur
Jóannes Bjartalíð, skaddur - hevur verið undir skurð
Meinhard Egilsson Olsen, á veg aftur frá krossbandsskaða - Meinhard vónar at vera tøkur til kappingarbyrjan
Patrik Johannesen, á veg aftur frá krossbandsskaða - Patrik verður skjótt tøkur
Gilli Rólantsson Sørensen, spælir í 1. deild
Sonni Ragnar Nattestad, uttan felag síðani november

Við øllum hesum, so var tað lagt upp til nógvar broytingar í hópinum. Arnbjørn Svensson úr Víkingi varð einasta heilt nýggja navnið, sum Håkan Ericson las upp á tíðindafundinum á Tórsvølli fyrrapartin. 24-ára gamli gøtumaðurin hevur verið fastur maður á barndómsfelagnum seinastu árini, og í steypafinaluni í 2022 og í fjør gjørdi Arnbjørn veruliga vart við seg sum miðverji.

[object Object]
Arnbjørn Svensson, saman við systurini Jacobu Svensdóttir til úttøkuna. 24-ára gamli gøtumaðurin kann eftir flott avrik í Sarpugerði nú sleppa at royna seg í A-landshøpi (Mynd: Sverri Egholm)

Arnbjørn Svensson er tó úttikin sum miðvallari, ið hann upprunaliga er. Hann skal helst eisini við hesaferð fyri at venja seg við A-landsliðið. Róð hevur eisini verið framundir - millum annað á bolt.fo - at ein annar nýggjur víkingur kundi verða úttikin. Tað gjørdist tó ikki hesaferð, at skjóti og framfýsni vinstri bakkurin Ingi Jonhardsson kom við: Nú Ari Mohr Jónsson var úti, valdu landsliðsvenjararnir tveir tekniskt sterkar vinstra bakkar, ið hava nakrar fáar A-landsdystir samanlagt.

Hópurin til venjignardystirnar móti Liktinstein og Danmark:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar: 
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Magnus Egilsson, B36
Bartal Wardum, HB
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Hørður Askham, AB (Danmark)

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Vikingur Reykjavík (Ísland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur - heilt nýggir í A-landsliðshøpi
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

[object Object]
Úttøkan í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Umframt Daniel Johansen og Magnus Egilsson, eru Teitur Matras Gestsson, Bartal Wardum og Hannes Agnarsson við aftur í landsliðshópinum. Harvið eru flestu broytingarnar í verjuni. Hanus Sørensen, ið seinast var við sum miðvallari og sum nú spælir á HB-miðvøllinum, er nú úttikin sum bakkur. Í roynd og veru sum tann einasti høgri bakkurin. Har eru tó fleiri spælarar við, ið kunnu spæla fleiri pláss.

Spennandi verður, hvussu spælminuttirnir í teimum báðum venjingardystunum verður býttir millum málverjarnar. Teitur Matras Gestsson var fyrstaval, til hann bleiv skaddur í landsdysti í juni í fjør. Mattias Lamhauge spældi mest í 2023, og bæði hann og Bárður á Reynatrøð loystu sum so uppgávuna ógvuliga væl, tá teir fingu møguleikan. Nú eru allir tríggir við. Bjarti Vitalis Mørk, ið nú er fyrstimálverji hjá B36, er beint uttanfyri.

[object Object]
Teitur Matras Gestsson er aftur á landsliðnum og skal taka kappingina upp við Mattias Lamhauge og Bárð á Reynatrøð (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Magnus Egilsson hevur ikki spælt landsliðsminuttir síðani í HB-tíðini (2019) Hann var tó á bonkinum til ein dyst í fjør. Jóannes Kalsø Danielsen hevur givið avboð hesaferð, og nógvar broytingar eru harvið á bakkplássunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

At Páll Andrasson Klettskarð er uttanfyri ætlaninar hjá landsliðsvenjaratoyminum fekst aftur sjón fyri søgn í dag. Teir somu fýra spælararnir, ið vórðu úttiknir sum áleyparar til dystirnar á heysti í fjør, eru allir við - tríggir at teimum spæla nú aftur í Føroyum. Umframt hetta er Hannes Agnarsson við aftur í hópinum.

Håkan Ericson hevur enn somu grundgevingar dagin eftir fýra-máls dystin hjá Pálli fyri KÍ móti ÍF: Hann vil sum útgangspunkt bert taka ein áleypara við, sum er ein veruligur 9'ari (boksspælari), og har er metmálskjúttin Klæmint Andrasson Olsen frammanfyri klaksvíkingin. Í viðtalu við FM1 í dag vísti Håkan Ericson eisini á, at Páll Klettskarð í KÍ hevur millum annað Árna Frederiksberg at leggja upp til sín. Hví hetta skal vera ein grundgeving ímóti einari úttøku, kann tykjast løgið.

U21-landsliðið spælir eisini seinni í mars. Tað er ein torførur dystur í Portugal, so har er tørvur á øllum kreftum. Tí hevði tað ikki givið so nógva meining at fáa spælarar, ið eru tøkir til U21, við hesaferð. 

Stefan Radosavljevic var fleiri ferðir við í fjør, men 23-ára gamli miðvallarin var ikki á listanum í dag. Hann hevur spælt ógvuliga lítið í uppstartinum og í byrjanini av kappingarárinum hjá Sligo Rovers.

Føroyar spæla móti Liktinstein á venjingarleguni í Marbella (22. mars) 26. mars tekur Danmark ímóti á Brøndby Stadium.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder