placeholder
Fótbóltur

Meinhard vónar at vera tøkur til kappingarbyrjan í Noreg

Langa endurvenjingin eftir álvarsama knæskaðan hevur sum heild gingið væl, og 26-ára gamli vongurin verður skjótt á vøllinum aftur.

Meinhard Egilsson Olsen var fastur maður á vinstra vongi á A-landsliðnum áðrenn skaðan. Runavíkingurin verður helst ikki við til fyrstu dystirnar í ár, men hann er tíbetur við at koma heilt fyri seg eftir knæskaðan (Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen var fastur maður á vinstra vongi á A-landsliðnum áðrenn skaðan. Runavíkingurin verður helst ikki við til fyrstu dystirnar í ár, men hann er tíbetur við at koma heilt fyri seg eftir knæskaðan (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-16 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevði fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum og spældi fast í Mjøndalen, tá Meinhard Egilsson Olsen upplivdi tað, sum er marran hjá einum hvørjum ítróttarfólki: Kraftmikli vongurin sleit krossbandið eftir nærdyst og harvið var skurðviðgerð og síðani drúgv uppvenjing á skránni.

- Satt at siga er 2023 alt annað enn tað eg ímyndaði mær. Tað hevur gingið heilt av skriðuni. Nú bíðar ein strævin men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing. Samtundis veit eg. at hesin skaðin gevur mær stundir til at raðfesta onnur fólk og ymisk viðurskifti. Nakað ið eg í langa tíð havi havt tørv á.

Soleiðis skrivaði Meinhard á sínum sosialu miðlum, eftir at álvarsami skaðin í fjør var staðfestur.

Les eisini: Patrik og Meinhard hava slitið krossbandið

Hetta hendi fyrst í mai í 2023, tá Meinhard var á vøllinum fyri Mjøndalen. Langur uppstartur er í Noreg, og føroyski landsliðsspælarin fær gjørt rímiliga nógv aftur til venjing.

- Tað er trupult at siga, júst nær eg kann spæla dyst aftur, men eg vóni, at tað verður 1. apríl.

Soleiðis sigur spælarin sjálvur í viðmerking við Portalin. 1. umfar í næstbestu norsku deildini byrjar 2. páskdag, sum í ár er 1. apríl. Harvið eru útlit fyri, at Meinhard Egilsson Olsen spælir ein leiklut beinanvegin í kappingarárinum.

[object Object]
Eftir skaðan har Meinhard Olsen fekk ein stoyt

[object Object]
Meinhard eftir landsliðssigur á Tórsvølli á Litava - hann fær eftir øllum at døma at spæla ein leiklut í Nations League aftur í ár (Mynd: Sverri Egholm)

At hann verður í hópinum til venjingarlandsdystirnar móti Liktinstein og Danmark síðst í mars er meira ósannlíkt - tó verður kviki vongurin allarhelst at síggja á A-landsliðnum aftur seinni í ár.

Í mun til støðuna annars, sigur 26-ára gamli runavíkingurin soleiðis.

- Sum heild hevur tað gingið væl við uppvenjingini. Tað hevur sjálvandi verið sera drúgt men ikki nøkur stór afturstig nakrastaðni í tilgongdini, so tað er jaligt.

Ein annar landsliðsspælari hevur verið ígjøgnum líknandi tilgongd. Patrik Johannesen sleit krossbandið, nakrar dagar áðrenn tað sama hendi hjá Meinhardi Olsen. Tað gekk eitt sindur skjótari hjá tvøramanninum at veruliga koma á venjingarvøllin aftur. Hann var í hópinum hjá Breiðablik til seinasta Conference League dystin í fjør - mitt í desember - og spælir Patrik helst við frá byrjan av íslendska kappingarárinum í apríl.

[object Object]
Patrik Johannesen og Meinhard Olsen byrjaðu inni í Moldova í mars 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder