Í november 2022 keypti Breiðablik, sum tá var íslendskur meistari, Patrik Johannesen fyri yvir eina hálva millión eftir eitt gott ár í Keflavík. Føroyski landsliðsáleyparin byrjaði væl í Breiðablik, men tíðliga í mai sleit hann krossbandið í dysti.
Sí eisini: Patrik og Meinhard hava slitið krossbandið
Slíkt krevur langa og harða uppvenjing, men tað hevur gingið væl hjá Patrik. Hann byrjaði at venja við fyri jól, var á dómaraseðlanum til seinasta dystin í Conference League-bólkaspælinum - kundi helst ikki spæla - og seinastu vikurnar hevur hann vant fult við.
Patrik greiðir Portalinum frá, at hann ikki hevur merkt nakað í knænum. Tó fekk hann eitt lítlan skaða fríggjdagin. Talan var um eitt slysni (strekk) í baklærinum. Hetta er ein sonevndur fylgiskaði, sum kann koma undir uppvenjing eftir meira álvarsaman skaða: Meira stendur á vøddum og liðum.
28-ára gamli tvøramaðurin er rímilga vísir í, at hann verður tøkur til kappingarbyrjan í Ísladni, sum er um ein mánaða. Meira ivasamt er við venjingardystinum móti Köln um tvær vikur. Ætlanin var, at Patrik Johannesen skuldi fáa fyrstu minuttirnar í einum dysti á venjingarleguni hjá Breiðablik, men hetta er nú tengt at baklærinum.
A-landsliðið hevur eisini tveir venjingardystir síðst í mánaðinum. Tað verður úttikið mánadagin, men hetta er helst ikki viðkomandi fyri Patrik enn, tí hann ikki er 100 prosent. Patrik Johannesen hevur spælt 21 A-landsdystir fyri Føroyar.
Les eisini: Fyrstu landsliðsúttøkurnar hjá Håkani og Eyðuni í ár
Les eisini: Daniel Obbekjær hevur skrivað undir við Breiðablik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald