Seinni í mánaðinum skulu bæði føroyska A-landsliðið hjá monnum og føroyska U21-landsliðið í eldin fyri fyrstu ferð í 2024.
U21-landsliðið, 6. umfar í undankappingini til 2025
Hósdagin 21. mars
Portugal - Føroyar
Venjingardystir hjá A-landsliðnum
Fríggjadagin 22. mars
Føroyar - Liktinstein (Marbella, Spania)
Týsdagin 26. mars
Danmark - Føroyar (Brøndby Stadium)
Til ber at keypa atgongumerki her
Tað verður nú mánadagin 11. mars, at Eyðun Klakstein og Håkan Ericson kunngerða hóparnir í FSF-bygninginum.
A-landsliðið við monnum fer undir enn eitt ár við tíggju dystum. Fýra venjingardystir eru á skránni í fyrru hálvu, og í heyst spæla Føroyar seks Nations League-dystirnir. Fyrstu venjingardystirnir eru á skánni seinnu í vikuni, og teir eru heilt ymiskir: Tann fyrri um júst tvær vikur á venjingarleguni á Marbella og síðani verður stór uppgáva í Danmark.
Fleiri av føstu spælarunum hjá Håkani Ericson og Eli Hentze eru skaðadarvaðir. Nevnast kunnu Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar og Meinhard Olsen. Aðrir eru eisini ivasamir.
Sí eisini:
Meinhard vónar at vera tøkur til kappingarbyrjan
Bjartalíð hevur verið undir skurð
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen høvdu ógvuliga líknandi hóp til sínar undankappingardystir í fjør. Nú byrjar seinna hálva, og meðan tað millum annað er jaligt, at Martin Agnarsson av álvara er komin fyri seg í Viborg, so sær tað út sum, at toppskjúttin Jørgen Nielsen helst ikki verður tøkur vegna fótskaða. Olaf Bárðarson hevur eisini verður skaddur í seinastuni. Talan verður í øllum førum um stóran bita at gloypa móti oddaliðnum Portugal.
Sí eisini:
Jørgen Nielsen hevur brotið eitt bein í fótinum
Martin Agnarsson fekk Superliga-minuttir aftur
Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari. Liðið hevur størstu uppgávuna í undnakappingini á skránni seinni í mánaðinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald