- Eg síggi B36 sum eitt sera spennandi projekt. B36 er endað ov langt niðri tey síðstu árini - nú er tíð uppá at B36 kemur uppaftur í toppin.
Hetta eru orðini hjá Jann Julin Benjaminsen, ið nú vendir aftur til Føroyar at spæla fótbólt. Hann skifti tíðliga í 2021 til Hødd eftir nøkur góð ár í NSÍ, og í fjør var Jann fastur maður, tá Hødd spældi seg upp í næstbestu norsku deildina.
Tað stóð honum í boði at halda fram, og onnur feløg í Noregi vístu honum sum skilst eisini áhuga.
Heimlandið dróg tó. Jann Benjaminsen hevur vant eitt sindur við B36 í vetur og var eisini við í venjingardysti í gjár. Nú er sáttmáli so komin uppá pláss, og í samband við at árstalsfelagið hevur kunngjørt hetta í kvøld, sigur Jann, at B36 skal longur upp á stigatalvuni.
- Kappingarárið 2023 verður sera spenandi. Vit hava ein sera sterkan hóp, og vit koma heilt sikkurt at liggja í toppinum og berjast um FM-heitið.
Skíggjamynd: B36
Jann Julin Benjaminsen fyllur 26 ár í vikuni, har kappingarárið byrjar. Talan er um ein fjølbroyttan spælara, sum upprunaliga er vongur, men sum mest hevur spælt bakkur ella vongbakkur síðstu árini - í báðum síðum.
Hann er á FaroeSoccer skrásettur fyri 105 dystir og ellivu mál í Betrideildini. Jann hevur spælt tíggju evropeiskar dystir, har hann eigur nøkur upplegg, og skal hann í summar aftur spæla í Evropa. Toftamaðurin spældi í november sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar.
B36 hevur fyrr í ár heintað ein annan gamla NSÍ-spælara, Aron Knudsen, og Isak Jönsson (Svøríki) og Taufee Skandari (Ongland). Eisni er Silas Eyðsteinsson komin til felagið sum eykamálverji.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald