NSÍ skal um eina løtu royna at venda 0-2 frá fyrra dystinum í Norðurírlandi til víðari luttøku á Svangaskarði. Leikararnir hita í løtuni upp í mjørkanum á Svangaskarði, og greitt er hvøjrir teir ellivu manna liðið hjá runavíkingum.
Í mun til í Ballymena byrja Per Langgaard og Búi Egilsson á bonkinum. Jann Martin Mortensen og Jann Benjaminsen byrja hesuferð inni. Hetta kundi týtt uppá eitt nakað meira álopskent NSÍ-lið, og eina broyting í leikskipan.
Á bonkinum er vert at leggja merki til nummar 9. Øssur Dalbúð varð skurðviðgjørdur í vetur og hevur ikki verið í hópinum fyrrenn nú. Tað er tó ikki víst, at hann er nóg birgur at spæla í slíkum dysti. Betuel Hansen fekk heilaskjálvta í Norður Írlandi, og miðvallarin er tí ikki tøkur til dystin í kvøld
Liðið hjá NSÍ stendur hja UEFA at vera í 3-5-2 leikskipan - líknandi tí sum liðið spældi í seinast - men tað er ikki altíð, at hetta er eftirfarandi. Við nøvnunum er hetta meira sannlíkt:
NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze - Jann Martin Mortensen, Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Jann J. Benjaminsen, Klæmint A. Olsen (L), Petur Knudsen
Á bonkinum eru: Eli Joensen, Per Langgaard, Óli Højgaard Olsen, Øssur Dalbúð, Búi Egilsson, Mórits Heini Mortensen, Jannik Mathias Olsen
Fótbóltur
Jann og Jann Martin ístaðin fyri Per og Búa
Øssur Dalbúð er við í hópinum fyri fyrstu ferð í ár, og Betuel Hansen er ikki nóg birgur til at vera við.
Guðjón Tórðarson hevur gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini í mun til útidystin - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-04 18:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald