
22-ára gamli NSÍ-leikarin, Jann Benjaminsen, skal í komandi viku til Hødd at royndarvenja. Hetta veit bolt.fo at siga. Talan er um lið, sum fyrr hevur havt Rógva Jacobsen á liðnum, spælir í løtuni í triðbestu deildini.
19-ára gamli Magnus Holm Jacobsen skal eisini venja við Hødd í komandi viku. Í hesari vikuni hevur hann royndarvant við Øygården, sum er í næstbestu norsku deildini, og sum royndi at fáa Mikkjal Thomassen til Noregs fyrr í vetur. Tað er eisini bolt.fo, ið berur hesi tíðindini.
Jann hevur bert spælt í Føroyum - Magnus var í eitt hálvt ár í portugisiska Pacos de Fereira og spældi. Báðir hava sáttmála við felag sítt til komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald