Fótbóltur

Jann og Patrik eru nú av álvara komnir í gongd

Triðbesta deildin í Noregi fór loksins í gongd í vikuskiftinum. Teir báðir føroyingarnir spældu 90 minuttir í 3-0 sigrum.

Patrik Johannsen, her í landsdysti í Danmark í fjør. Nú roynir hann seg í norskum fótbólti aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannsen, her í landsdysti í Danmark í fjør. Nú roynir hann seg í norskum fótbólti aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-22 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur skifti Jann Julin Benjaminsen úr NSÍ til Hødd, og Patrik Johannesen fór úr KÍ til Egersunds. Hesi feløgini spæla í triðbestu norsku deildini - tó í hvør sínum bólki. Tá bólkarnir eru lindir verður ein uppflytingarbólkur gjørdur við liðunum, ið hava fingið flest stig í upprunaligu bólkunum

Orsakað av koronustøðuni í Noreg varð byrjanin av fótbóltsárinum nógv útsett, eins og í fjør. Tvær tær fremstu mansdeildirnar fóru í gongd í fyrru hálvu av mai, meðan triðbesta deildin nústaðni er farin av bakkastokki. Í Noreg hevur stór ónøgd verið við, at breddarfótbóltur - fótbóltur sum ikki er á yrkisstøði - hevur verið so litið í gongd seinast fimtan mánaðirnar.

Les eisini: 
Sleppa ikki í gongd í Noregi fyrrenn 1.mai

Liðini í triðbestu deildini spældu sínar fyrstu venjingardystir um mánaðarskifti. Patrik Johannesen gjørdi vart við seg beinanvegin fyri Egersunds og skoraði í fyrsta venjingardystinum, og liðið fekk eina góða bryjan í bólki tvey í PostNord-ligaen, tá Nardo vitjaði sunnudagin. Talan gjørdist um ein 3-0 sigur, har øll málini komu í fyrra hálvleiki. Patrik Johannesen spældi allar 90 minuttirnar. Tað var á miðvøllinum - tvøramaðurin fekk gult kort beint fyri steðgin.

[object Object]
Patrik hevur 7' talið á rygginum og tape runt um vinstru handlið 

Patrik hevur fingið blusu nummar sjey hjá "EIK", sum spælir í gulum og svørtum. Liðið hevur seinastu trý árini verið við í uppflytingarstríðnum, og har ætlar Egersunds í øllum førum at vera aftur í ár. Seinastu árini hevur Bubacarr Sumareh - vanliga nevndur Bob - ið nú er millum fremstu toppskjúttarnir í føroyskum fótbólti, skotið 56 mál fyri Egersunds. Áleyparin úr Gambia kom til KÍ úr norska felagnum í vetur, meðan 25-ára gamli Patrik Johannesen fór hinvegin

[object Object]
Bob Sumareh eftir eitt av sínum málum fyri Egersunds 


[object Object]
Her í dysti fyri KÍ við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

Jann Julin Benjaminsen er fyri fyrstu ferð farin uttanlands at spæla. 24-ára gamli toftamaðurin, ið spældi við NSÍ í nógv ár sum bæði ungdóms- og vaksnamannaleikari, spældi sunnudagin sín fyrst almenna dyst fyri Hødd. Talan er um felagið, ið metmálskjúttin á lanndsliðnum, Rógvi Jacobsen, spældi tíggju dystir fyri í 2008. Byrjanin hjá Jann og liðfeløgunum var góð - Hødd vann 3-0 á heimavølli móti Senja - og føroyingurin, sum kann spæla sum bakkur, vongbakkur og vongur spældi allar 90 minuttirnar.

Jann Benjaminsen er liðfelagið við millum annað Peder Neersveen, ið spældi fyri NSÍ í 2019. Hødd var ov stutt til uppflyting í fjør. Liðið spælir í bólki eitt í PostNord-ligaen, og næsti dystur er á skránni leygardagin á útivølli - eins og hjá Egersunds.


[object Object]
Jann Benjaminsen hevur skift gult út við blátt (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder