Fótbóltur

Jann skal spæla um uppflyting

Leygardagin spælir Hødd á heimavølli móti Arendal í fyrsta upplytingardystinum. Einki lið hevur latið færri inn í hægstu deildunum í Noreg í ár, men liðið við føroyska høgra bakkinum skal vinna samanlagt og síðani vinna á triðniðasta liðnum í næstbestu deildini fyri at flyta upp.

Jann Benjaminsen skal komandi tíðina stríðast fyri at sleppa at spæla á hægri støði næsta ár (Mynd: Sverri Egholm)

Jann Benjaminsen skal komandi tíðina stríðast fyri at sleppa at spæla á hægri støði næsta ár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-18 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein tíð síðani, at tað varð greitt, IL Hødd fór at enda á 2. plássi í bólki 1 í triðbestu norsku deildini. Hetta hevur við sær, at liðið fyrst skal spæla tveir dystir móti nummar tvey úr hinum bólkinum og vinna samanlagt fyri at framvegis hava møguleikan at flyta upp. Um hetta eydnast, so eru tveir dystir á skránni - hvør sínu megin mánaðarskifti - móti liðnum, sum endar triðaftst í triðbestu deildini.

Um Hødd megnar at vinna samanlagt í hesum dystunum, so fer Jann Benjaminsen at spæla í næstbestu norsku deildini. Hann skifti seinasta vetur til Hødd úr NSÍ eftir eitt ógvuliga gott persónligt 2020-kappingarár. Landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevur í samaband við eina úttøku í heyst nevnt, at 24-ára gamli toftamaðurin, ið spældi í NSÍ nøkur av tannáringaárinum og í fimm ár sum vaksnamannaleikari, er uppá tal til at verða úttikin. 

Jann Benjaminsen hevur eisini spælt 90 minuttir í teimum flestu dystunum fyri Hødd, har hann hevur verið støðugur á høgra bakki og álopskendu dygdirnar hjá leikaranum, sum í uppruna er vongur, eru komnar til sjóndar við millum annað fleiri uppleggum og fýra málum. Hødd hevur bert latið 18 mál inn í 26 dystum - so fá mál hevur einki norskt lið latið inn í ovastu trimum deildunum, og liðið hevur ikki tapt seinastu tólv dystirnar - síðani síðst í august.

Ein av liðfeløgunum hjá Jann í Ulsteinvik er Peder Nersveen, sum í 2019 gjørdi um seg á NSÍ-miðvøllinum. Rógvi Jacobsen, javnsetti toppskjúttin á føroyska A-landsliðnum spældi eitt skifti í felagnum.

[object Object]
Bæði verjukendu og álopskendu dygdirnar hava komið Jann væl við í Hødd, sum stríðist fyri at aftur spæla í næstbestu norsku deildini 

[object Object]

Peder Nersveen var støðugur á miðvøllinum hjá NSÍ í 2019, tá liðið endaði nummar trý (Myndir: Sverri Egholm)

Gekk ikki hjá liðnum hjá Patriki

Liðið, sum Jann og liðfelagarnir taka ímóti leygardagin og skulu vitja næsta vikuskifti, er Arendal. Um tað ljóðar heldur kent, so er tað kanska tí, at tað er býurin, ið er íblástur til ógvuliga vælumtøktu Disney-filmarnar Frozen. Um tað verður ísur í Arendal 27. november, tá Hødd vitjar, er ivasamt, men greitt er, at í beinleiðis finalu um 2. plássi í bólki tvey sunnudagin vann Arendal trygt á Egersunds, ið Patrik Johannesen hevur spælt fyri í ár.

Tað endaði 5-2 í Arendal. Meðan dysturin var, var Patrik við A-landsliðnum í Ísrael. Tvøramaðurin, sum hevur skorað 13 mál í 21 dystum fyri Egersunds, hevði leikbann til avgerandi dystin, og hetta var møguliga ein av orsøkunum til tapið. Patrik skrivaði undir eitt-ára sáttmála, tá hann í januar skift úr KÍ. Ivasamt er tískil, um hann tekur eitt ár afturat í triðbestu norsku deildini.

Hødd og Arendal spæla fyrra uppflytingardystin í Ulsteinvik leygardagin klokkan 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder