2025-11-16 19:56
Annað árið á rað endaði Jannik Sinner tennisárið á heimavølli í Torino við at vinna ATP Finals, har einans átta teir bestu spælararnir eru bjóðaðir við.
24 ára gamli italienarin vann á 22 ára gamla spaniólanum Carlos Alcaraz. Teir báðir hava seinastu tvey árini deilt heiðurin sum heimsins bestu tennisspælarar.
Carlos Alcaraz (Mynd: EPA)
Jannik Sinner var best í kvøld og vann ársins síðsta steyp eftir tvey sett 7-6 og 7-5.
Hóast tap, varðveitir Carlos Alcaraz fyrsta plássið á styrkislistanum. Italienarin er beint í hølunum á honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald