2025-07-13 21:55

Italiumaðurin Jannik Sinner er Wimbledon-meistari eftir sigri á meistarunum seinastu tvey árini spanska Carlos Alcaraz.
Jannik Sinner vann við úrslitunum 4-6, 6-4, 6-4 og 6-4 á spaniólanum.
Teir liggja ávikavist á fyrsta og øðrum plássi á ATP-styrkislistanum, og tískil var lagt upp til eitt brak av einari finalu.
Jannik Sinner og Carlos Alcaraz (Mynd: EPA)
Tað er bara ein mánaði síðan, at teir hittust í einari maratonfinalu í French Open. Tá fór Alcaraz avstað við sigrinum.
Hjá kvinnum vann pólska Iga Swiatek eftir ein knúsandi 6-0, 6-0 sigur móti amerikonsku Amanda Anisimova.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald