Fótbóltur

Janus heldur fram í barndómsfelagnum

07 Vestur hevur tryggjað sær týðandi sáttmála til hetta kappingarárið. 25-ára gamli miðvallarin úr Miðvági hevði aðrar møguleikar.

Janus Svabo Samuelsen í einum av sínum 27 dystum fyri 07 Vestur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Janus Svabo Samuelsen í einum av sínum 27 dystum fyri 07 Vestur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-15 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Við frøi kunnu vit kunngerða, at Janus Svabo Samuelsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur. Janus er vorðin ein sera umráðandi leikari hjá 07 Vestur. Janus hevur góðan bóltførleika og sera gott hugflog á vøllinum. Ikki minst hevur hann royndirnar, so hann kann vísa okkara ungu spælarum á veg.

Soleiðis skrivaði 07 Vestur á heimasíðu sínari í gjár. Janus hevur verið fastur maður hjá barndómsfelagnum, síðani 07 kom aftur í Betrideildina - serliga í fjør og í 2022. 25-ára gamli miðvallarin úr Miðvági við 145 dystum í Betrideildini kann veruliga gera mun aftur í 2024.

- Janus byrjaði longu í 2014 í vaksnamannafótbólti. Hann hevur spælt 99 dystir í bestu deildini fyri 07 vestur. Hann var 2 ár í útlegd í 2019 og 2020, har hann spældi við AB og Skála. Síðani vendi hann heim aftur og hevur verið okkum ein fongur síðani, skrivar 07 Vestur

Kunngerðin um nýggjan sáttmála kom dagin eftir, at bolt.fo skrivaði um, at Janus Svabo Samuelsen hevur royndarvant við NSÍ. Harvið kann helst staðfestast, at hann hevði aðrar møguleikar men valdi projektið í Miðvági við nýggja norska venjaranum.



Tøl: FaroeSoccer


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder