H71: Enn ein H71-ari leitar sær nú av landinum at spæla hondbólt, tí komandi kappingarár verður 19 ára gamli Jónas Dam Djurhuus partur av ÍBV í Vestmannaoyggjunum.
Íslendska felagið rósar Janusi og sigur hann hava havt ein lyklaleiklut í viðgongdini hjá barndómsfelagnum, H71, sum hevur vunnið greipuna í ár.
- Janus er ein tekniskt góður lámur spælari, sum er partur av frálíka 2002-árganginum hjá H71 og føroyska U20-landsliðnum, sum í summar skal spæla EM-endaspæl í Porto í Portugal, skrivar ÍBV á síni heimasíðu.
Har sigur Janus seg eisini vera spentan at sleppa í gongd í ÍBV, og hann taldist millum áskoðararnar, nú eyjamenn um vikuskiftið vunnu á Stjörnuni og tryggjaðu sær pláss í hálvfinulunum um meistaraheitið.
Janus Dam Djurhuus heldur, at ÍBV er eitt gott stig á leiðini og kann hjálpa honum at mennast sum hondbóltsspælari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald