Annað

Japan: Færri eru ímóti at hava OL í summar

Sambært meiningakanning, er meirilutin framvegis fyri at avlýsa ella útseta OL enn einaferð, men hendan undirtøkan er minkandi.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-08 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein meiriluti av japanarum er framvegis ímóti at halda OL í Tokyo í summar sum ætlað, men undirtøkan fyri at útseta ella avlýsa OL er tó minkandi.

Tað vísir ein meiningakanning, sum miðilin Yomiuri hevur almannakunngjørt í dag.

Sambært kanningini tekur 61 prosent av teimum spurdu undir við at avlýsa ella útseta stóra tiltakið. Hetta er ein afturgongd á 20 prosent í mun til seinastu kanningina, sum varð gjørd, skrivar Ritzau.

36 prosent av teimum spurdu halda, at OL eigur at verða í summar sum ætlað, men meginparturin av hesum heldur eisini, at tað skal ganga fyri seg uttan áskoðarar.

Upprunaliga skuldi Tokyo vera vertur fyri OL á sumri í fjør, men orsakað av koronakreppuni, varð tiltakið útsett í eitt ár. Sum nú er, er OL sett til at byrja 23. juli 2021.

Formaðurin í japansku fyrireikingarnevndini, Yoshiro Mori, segði í farnu viku, at OL í Tokyo fer av bakkastokki í summar sum ætlað, óansæð hvussu støðan við korona er til ta tíð. Samstundis mælti hann til, at mann leggur dent á, hvussu tað skal fyriskipast, heldur enn at ivast í, um tað átti at verið fyriskipað.

Tað sama sigur Thomas Bach, forseti í altjóða olympisku nevndini (IOC).

– Okkara uppgáva er at leggja OL til rættis, ikki at avlýsa tað. Tí arbeiða vit dag og nátt fyri at leggja til rættis eitt trygt OL, segði hann fyri nøkrum vikum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder