Annað

Japan víðari hóast tap

Japanarar fingu fyrimun av Fair Play í spennandi endanum í bólki H. Kolumbia vann bólkin.

Japan kom víðari sum nummar tvey úr bólki H
(Mynd: EPA)

Japan kom víðari sum nummar tvey úr bólki H (Mynd: EPA)

2018-06-28 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist sera spennandi heilt til endans í bólki H, tá Kolumbia, Senegal og Japan dystaðust um tey bæði plássini, ið geva atgongd til áttandapartsfinlurnar. Pólland, ið ikki kundi koma víðari, spældi eisini ein leiklut.

Japan og Senegal lógu bæði við fýra stigum og málúrtøkuni 4-3 undan seinasta umfarinum. Kolumbia var eitt stig aftanfyri, men suðuramerikanska landið hevði betri málmun enn hini liðini.

Tað kom eitt mál í báðum dystunum. Bæði málini komu eftir hornaspark úr høgru. Fyrsta málið kom eftir ein tíma í Volgograd. Tað var verjuleikarin Jan Bednarik, ið stútaði Póllands á sigruskós. Harvið var evropeiska liðið við at spilla spælið hjá Japan, ið stóð til at verða úti. Men tað gekk minni enn eitt korter, so var mál í Samara. Eina løtu stóðu bæði Kolumbia og Senegal til at koma víðari, men eins og ímóti Póllandi, so legði sterki miðverjin, Yerry Mina, Kolumbia á odda við einum frálíkum stútara.

Senegal var annars betri og meira vandamikið í 1.hálvleiki, og størsta stjørnan hjá Kolumbia, James Rodriguez noyddist út við skaða eftir hálvan tíma. Senegal vildi eisini hava brotsspark,  tá Saido Mané fór um koll eftir eina takkling frá Davinson Sanchez. Tað varð fyrst peikað á blettin, men eftir VAR varð nýtt, varð mett at Tottenham-verjuleikarin rakti bóltin fyrst og síðani Liverpool-stjørnuna.

Dysturin lá allatíðina og vippaði, men tað var heldur merkt av nervum og týdninginum av dystinum. Tað komu ikki heilt teir stóru møguleikarnar, og eftir málið hjá Kolumbia fekk Senegal ikki heilt lagt trýst á.

Í Samara var talan um ein javnan dyst, har Pólland tó var nakað omaná og hevði betri møguleikarnar. Japan gjørdi einki vágið seinastu løtuna, tí tað var greitt hvat støðan var í hinum dystinum.  Japan greiddi ikki sína skyldu, men japanarar kundu fegnast eftir seinasta bríksl, tí Kolumbia vann 1-0 í Volgograd.

 Japan og Senegal endaðu á fýra stigum við málmuninum 4-4 , og tá liðini spældu 2-2 innanhýsis, so var farið niður til næsta “tie-breaker” punktið. Tann sokallaða “Fair Play – lógin” spældi harvið inn, og av tí at Senegal hevði fingið 6 gul kort í teimum trimum dystunum og Japan bert 4, so endaði tað við, at Japan fer víðari.

Eitt stórt vónbrot fyri Senegal, ið kom so væl inn í kappingina. Men Senegal misti leiðsluna tvær ferðir ímóti Japan, og megnaði ikki at fáa neyðuga stigið í dag. Harvið eru øll afrikansku londini úti nú eftir bólkaspælið.

Japan fekk heldur ikki stig, men kom víðari uppá tað heilt marginala. Japan verður harvið mótstøðuliðið hjá vinnaranum í bólki G, meðan Kolumbia skal hitta nummar tvey. Ongland og Belgia fara helst at leggja nógv fyri at vinna bólkafinaluna í kvøld.

Pólland – Japan 1-0(0-0)

Senegal – Kolumbia 0-1(0-0)

Kolumbia 6 (+3)
Japan 4 (0)
Senegal 4 (0)
Pólland 3 ( -3)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder