Kappingarárið í fótbólti endaði leygardagin, men í 07 Vestur eru tey longu í gongd við at fyrireika næsta kappingarár.
Sunnudagin kunngjørdi felagið, at Mathias Voss heldur fram í Vágum, og í kvøld boðar 07 Vestur frá, at belgiski Jasper Van Der Heyden, hevur longt sín sáttmala.
Jasper Van Der Heyden kom úr KÍ til 07 Vestur undan hesum kappingarárinum, og hevur styrkt álopspartin hjá vágamonnum.
Í fyrsta dystinum móti AB skoraði hann tvey mál í 3-3 dystinum. Jasper Van Der Heyden hevur skorað níggju mál í ár, og hann er við í tí mesta, sum hendir fram eftir vøllinum.
07 Vestur endaði í ár á einum sjeynda plássi við 29 stigum. Hetta er fyrstu ferð, at 07 Vestur fer í holt við sítt triðja kappingarár á rað í Betri deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald