Ein dystur í fremstu mansdeildini varð leiktur í kvøld. Hann var í stórhøllini á Hálsi, har finalistarnir frá í fjør hittust.
Tað leikaði javnt á allan vegin. Hoyvíkingar høvdu tó oftari leiðsluna, og endaðu millum annað væl í 1. hálvleiki og fóru til steðgin við einari tvey-máls leiðslu.
H71 kom aftur á odda við tveimum málum, tá smáir fimm minuttir vóru eftir. Men so lukkaði Neistin av og heimaliðið skoraði tvær ferðir. Bæði liðini høvdu møguleikan at avgera dystin seinasta minuttir, men tað endaði 26-26. Harvið kemur Neistin undir liðina á VÍF, og tað heldur tað fram at vera sera javnt millum fýra lið í oddinum.
Rasmus Søby var í einum flokki fyri seg í kvøld. Danski bakkurin hjá Neistanum skoraði heili 15 mál.
Neistin - H71 26-26 (13-15)
Toppskjúttar: Rasmus Søby 15, Pætur Thomsen 5
Í morgin verða hesir dystirnir - báðir byrja klokkan 20.00:
Kyndil - KÍF
StÍF - Team Klaksvík
Støðan í Okkara-deildini:
Neistin 13 (9 dystir)
VÍF 13 (9 dystir)
H71 11 (9 dystir)
Kyndil 10 (9 dystir)
StÍF 6 (8 dystir)
KÍF 5 (8 dystir)
Team Klaksvík 2 (8 dystir)
Hondbóltur
Javnleikur á Hálsi
Tað gjørdist sera spennandi, tá Neistin og H71 í kvøld hittust í Okkara-deildini. Skjútti hjá Neistanum skoraði heili 15 ferðir.
Mynd: Sverri Egholm
2018-11-28 22:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald