Fótbóltur

Javnleikur í aðalroyndini

Anna Caroline Brændstrup syrgdi fyri føroyska málinum, tá kvinnulandsliðið mánadagin spældi venjingardyst ímóti Kýpros.

Anna Caroline Brændstrup, sum til dagliga spælir í Portugal, fegnast um sítt fyrsta mál fyri A landsliðið. Miðvallarin javnaði til 1-1 (Mynd: Jóhanna Thomsen)

Anna Caroline Brændstrup, sum til dagliga spælir í Portugal, fegnast um sítt fyrsta mál fyri A landsliðið. Miðvallarin javnaði til 1-1 (Mynd: Jóhanna Thomsen)

2026-03-03 07:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Føroyska A-landsliðið við kvinnum leggur í hesum døgum alla orku í at fyrireika seg til HM undankappingardystin ímóti Grikkalandi leygarkvøld.

Men áðrenn leiðin gongur til Grikkalands, hava kvinnurnar verið á venjingarlegu á Kýpros. Á middegi mánadagin var venjingardystur á skránni, og úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

Tá eitt lítið korter var spælt á Ethnikos Achnas Stadion legði heimaliðið seg á odda 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Hóast føroyska liðið hevði bóltin nógv og stýrdi meginpartin av spælinum, høvdu okkara kvinnur trupult við at umseta møguleikarnar til mál. Men tá 73 minuttir vóru spældir eydnaðist Onnu Caroline Brændstrup at javna til 1-1.

Fleiri mál komu ikki, og sostatt endaði síðsta aðalroyndin við javnleiki, áðrenn spónin verður sett í undankappingina til HM 2027.

Fyrsti dystur er longu leygarkvøldið 7. mars klokkan 18:30, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta.

Í HM 2027 undankappingini eru Føroyar í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder