Tíðliga í oktober staðfesti H71 góðu byrjanina hjá unga liðnum við at vinna á greipuvinnarunum í Vestmanna. Í kvøld var tað nær við, at H71 koppaði VÍF aftur, tá liðini hittust í Hoyvík. Talan var um ein sera spennandi dyst, har VÍF leingi hevði leiðsluna.
Vetmannakvinnur høvdu yvirvágina í løtum og hildu heimaliðnum aftanfyri sær. Eftir eina javna byrjan tók VÍF eina tvey-máls leiðslu, tá tíggju minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki og í steðginum var munurin komin uppá fýra mál.
H71 stríddi seg væl aftur í dystin, og mitt í hálvleikinum var aftur javnleikur. Tá lá tó meira til VÍF, men heimaliðið legði seg á odda í seinasta minutti, tá Marita Mortensen, ið skeyt átta mál í kvøld breyt ígjøgnum. VÍF hava tó eisini leikarar, ið kunnu sláa til í avgerandi løtum, og Durita C. Jojic javnaði tíggju sekund fyri tíð.
Harvið endaði tað við javnleiki í oddadystinum, har áskoðarnir fingu mál, undirhald, spenning og dramatik fyri penagarnar. VÍF er framvegis oddalið, eftir at liðini hava spælt níggju dystir hvør, og tað er framvegis eitt stig, ið skilur liðini.
H71 - VÍF 27-27 (12-16)
Toppskjúttar: Eva Barba Arge 9, Durita C. Jojic 9
Hondbóltur
Javnleikur í Hoyvík
VÍF javnaði í seinastu løtu í spennandi oddadystinum.
H71 og VÍF spældu ein sera tættan oddadyst í Hoyvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2018-12-12 19:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald